Skoraði 11 mál fyri Italia ímóti Ukraina

Assimileraði kroatin á italska landsliðnum, Michele Skatar gekk undan tá Italia koppaði Ukraina 29-28

Italia gjørdi ígjár ein vørr í HM-undankappingini, sum føroyska manslandsliðið í hondbólti er partur av.

 

Á heimavølli í Bolzano í Norðuritalia vann Italia 29-28 á Ukraina, sum var favorittur til at vinna dystin. Í steðginum var Italia á odda 16-14.

 

Assimileraði kroatin á italska landsliðnum, Michele Skatar, sum spælir yrkishondbólt í Strasbourg í Italia gekk undan, og hann skoraði ikki færri enn 11 mál í sigrinum. Michele Skatar er avgjørt ein spælari, sum føroyska liðið skal halda eyga við, tá liðini møtast í Bolzano í kvøld klokkan 19.45.

 

Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2. Helgi H. Hoydal verður viðmerkjari. Frásøgnin kann hoyrast á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. 

 

Italska liðið var eisini rættiliga væl stuðlað ígjár. 1.630 áskoðarar vóru til dystin ígjár, og neyvan verða tey færri í kvøld, so føroyska liðið fær nokk at síggja til.

 

Støðan í HM-undankappingardystinum er, at Rumenia hevur fýra stig, Italia og Ukrania hava tvey stig, og Føroyar hava einki stig fingið enn.