Skopunhagen: Aftur í ár vóru teir fremstir

Klokkan hálvgum seks í morgun komu teir í Skopunhagen upp á pláss í køini til at sleppa inn á tjaldingarøkið í Gøtu, og fyri løtu síðani komu tey næstu, ið ætla sær at vera frammaliga, tá tjaldøkið letur upp seinni í dag.

Heri Signar Nolsøe úr Skopunhagen sigur, at tað er vindur og eitt sindur kalt, men at tað annars er turt, og lagið er gott.

##med2##

Fyri at stytta sær stundir til tjaldøkið letur upp, eru teir í Skopunhagen, saman við hinum bíðandi, farnir undir Power Hour, ella orkutíman. Lesarin kann sjálvur gita seg til, hvat orkutímin gongur út uppá.

Heri Signar Nolsøe boðar eisini frá, at fiskakassin við ísi, ið fiskavirkið í Gøtu letur á hvørjum ári, er komin upp á pláss, og tí er so at siga klárt til FM í Flunkyball seinni.

- Komið øll endiliga framvið og fáið tykkum ís frá okkum, eru seinastu boðini frá Hera.