Skopunarfjørður er okkara Berlin-múrur!

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður og borgarstjóri

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum loypti veruliga øði í grindina tá ið hann borðreiddi við síni óbúnu útsøgn um at steðga ætlaða Sandoyartunnlinum. Her sunnanfyri Skopunarfjørð kann sigast at landsstýrismaðurin setti sandoyar sýslu í undantaksstøðu. Hann kundi eins væl avlýst jólini hjá øllum heimsins børnum, jólaaftansmorgum.

 

Heitur búskapur

Útsøgnin verður av summum (óheftum) greinarum søgd at vera skilagóð fyri føroyska búskapin, tí føroyski búskapurin er ov heitur í løtuni. Higartil tað einasta argumenti, sum spinnátaki norðanfjørðs hevur barlslað við. Eri ikki ósamdur við útsøgnini um heita búskapin, men ikki skulu vit leita her um leiðir í Sandoynni, fyri at finna heitan búskap. Her er eingin ovurhiting. Einki alment arbeiði er sett í verk her undir hesari samgonguni hettar trý og eitt hálvt ára skeiðið. Eingin havnabygging í Skúvoy. Eingin tunnil til Dals. Eingin tunnil í Sandarlíð. Eingin Listaskúli. Eingin ítróttarhøll. Einki sambýli. Eingin almenn skrivstova. Einki alment fíggjað nakað. Snøgt sagt. Og hvar eru uppskotini um at taka trýstið av miðøkinum?

 

Vinnan

Samstundis vita vit at Sandoyar økið er tað økið í landinum, sum stendur allar veikast vinnuliga. Eittans skip eftir í oynni. Virkini koyra enn, men undir sera truplum treytum, og uttan iva við afturpartinum í vatnskorpuni. Á aliøkinum hevur Sandoyggin verið hildin niðri í einari lívfiskaspennitroyggju, sum er gagnlig fyri alt landið, men lítið gagnlig fyri okkum sum alimøguleiki. Annað vinnuligt virksemi hevur truplar byrjunardagar. Tað er harmiligt at so er, men veruleikin.

 

Fólkatal og samanseting

Fólkatalið í Sandoynni varð omanfyri 1800 áðrenn kreppuna. Vit hava ikki fólkavøkstur í dag. Talið er u.l. 1450 íbúgvar í sýsluni. Smærru bygdirnar í sýsluni eru spakuliga fallandi. Sand og Skopun halda nøkulunda tørn og fremsta orsøkin til tess er uttan iva vónin um Sandoyartunnilin. Fleiri ungar barnafamiljur hava valt eina sjóvegis pendlaratilveru, sum fyrilbils loysn áðrenn tunnilin. Oyggin hevir verið vælsignað við rímiligum burðatali seinnu árini, men samstundis má ásannast at eldru borgarar okkara eru yvirumboðaðir í stóran mun. Sandoyggin er u.l. 3% av fólkatalinum í Føroyum, meðan tey omanfyri 67 eru nærri teimum 6 %.

 

Skuldarbyrða, skattatrýst og lágar inntøkur

Tað er ikki nakað dulsmál at Sands Kommuna og Skopunar Kommuna framvegis stríðast ein harðan dyst við gamla kommunuskuld, og mær vitandi er støðan ikki fíggjarliga glæstrilig í smærru bygdunum heldur. Tá ið kommunurnar, sum felagsøki, samstundis hava eitt tað hægsta skattatrýstið í landinum og ein stóran bólk av vanligum arbeiðandi fólki, sum ikki vinnur sær risainntøkur, so er ikki trupult at ímynda sær hvussu hættislig støðan í veruleikanum er hjá Sandoynni, sum framtíðar staður hjá ungum familjum. Persónliga havi eg valt ein jaligan hugburð til truplu støðuna, og havi ongantíð verið í fjølmiðlunum og gramt meg um hvussu stór “neyðin og elendigheitin” er. Haldi ikki at tað er føði at borðreiða fyri ungum fólki.

 

Tunnilin er vónin, og vónin er tunnilin.

Eingin orsøk er til at gera Sandoyartunnilin til eitt spjaðingarmál í Føroyum. Teimum er nóg mikið av. Allir føroyingar hava fingið gagn av Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum, og eg eri persónliga ogvuliga glaður um at hava verið við til at samtykt uppskotini um hesar tunnlar. Fyrimunurin hjá hesum økjum er ómetaligur á øllum økjum. Eindin fyri norðan virkar vinnuliga, sosialt, ítróttarliga, ja, á øllum økjum. Og tað kann eingin annað enn frøðast um. Og júst tí at vit onnur, sum enn ikki eru komin uppá turt, síggja hvussu hent og ómakaleyst virksemi gongur, gerst dreymurin bara uppaftur størri um at verða partur av eindini. Tað er tørvur á at ansa eftir búskapi og pengum í hesum landinum, men vit muga ansa eftir at vit ikki skerja tað veikasta økið, í royndini at seta meira ferð á restina.

 

Allar staðir kring heimin royna menniskjuni at styrkja um flytbari. Lokalt sum globalt. Vit minnast øll tá ið Berlin-múrurin rapaði. Frælsið og flytbari vann á afturhaldi og innilæsing. Tíbetur. Somu kenslu hevði eg, tá ið seinasta skotið varð skotið undir Vestmannasundi. Múrurin sum hevði avbyrgt Vágafók frá meginøkinum rapaði og á sama hátt nú Norðoyatunnilin gjørdist veruleiki. Enn ein Berlin-múrur fallin. Fantastiskt.

 

Vit hava álit á at tit ikki lata okkum falla!

Skopunarfjørður er í dag okkara Berlin-múrur. Tað er okkara skylda sum samfelag, og í felag at fáa tikið tann múrin niður eisini. Eingi orsøk er til at finna syndabukkar. Vit skulu gera tað sum vit megna, men vit megna tað ikki uttan tykkara hjálp. Og vit hava álit á at tit standa við tykkara orð og hjálpa okkum í eina vinnarastøðu aftur.