Skopun setir ferðina niður

Seinastu árini og kanska serliga, síðan tunnilin læt upp, er ferðslan inni í bygdini í Skopun økt sera nógv

 

- Sum helst fleiri hava lagt til merkis, so eru skeltir komin upp í bygdini, sum vísa á, at tað nú einans er loyvt at koyra 30 kilometrar um tíman inni í bygdini í Skopun.

 

Í Skopunar kommunu siga tey, at hetta er ein liður í, at gera tað tryggari hjá øllum, sum ferðast í bygdini, og á einum korti á heimasíðuni hjá kommununi sæst, hvar skeltir eru sett upp. 

 

Seinastu árini og kanska serliga, síðan tunnilin læt upp, er ferðslan inni í bygdini í Skopun økt sera nógv.

 

- Tí er tað av alstórum týdningi, at vit seta átøk í verk, sum kunnu vera við til at gera tað tryggari hjá okkum øllum at ferðast á vegunum í Skopun, siga tey í Skopunar kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at næsta átakið, sum verður sett í verk inni í bygdini í Skopun, verður at gera bungur, har tørvur er á tí.

 

##med2##

 

Á kortinum sæst, hvar skeltir eru sett upp í bygdini í Skopun