Hetta er bert okkurt av tí, tú kanst royna til Rúmdardagar, sum vera í døgunum 20.-22. februar í Norðurlandahúsinum.
Rúmdardagar er festivalur um rúmdina. Hetta vikuskiftið bjóðar Norðurlandahúsið ymiskar upplivingar frá teimum vísindaligu til tær listarligu - og sum eru ætlaðar bæði til børn og vaksin.
Tann størsta upplivingin verður kanska at hitta fyrsta norska kvinnuliga rúmdarfaran, sum hevur ferðast meira enn 50 ferðir runt um jørðina. Hon vitjar Rúmdardagar og fer at siga frá ferð síni fyrst fyri børnum og síðani sum fyrilestur fyri vaksnum.
Til tey ævintýrahugaðu ber til at ferðast í alheiminum í rúmdardrakt og VR-brillum í innsetingini Merk Rúmdina. Barnakonsertin Univers på Vers bjóðar børnum og vaksnum á tónleikaferð við rímum, rytmum og djassi, meðan ljóðverkætlanin Ein dagur á Mars vísir teimum vitjandi fjarrit og upptøkur frá Perseverance-rover hjá NASA, sum Uni Árting, granskari, og Jens L. Thomsen, tónasmiður, hava viðgjørt.
Umframt alt hetta verða verkstovur, rúmdardrykkur og framsýning av lutum, sum hava verið úti í rúmdini. Skráin fyri Rúmdardagar í síni heild sæst á: https://www.nlh.fo/fo/tiltoek/rumdardagar











