Skopun millum tey støð sum vaksa mest

Skopunar kommuna var á sætta plássi í fólkavøkstrinum seinasta árið

Fólkatalið í Føroyum vaks við 323 persónum seinasta árið, og 1. juni búðu 54.687 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,6%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,9%.

 

Tað vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

 

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári, men vøksturin gerst minni og minni fyri hvørjar tólv mánaðar, sum ganga.

 

Fólkatalið seinasta árið vaks mest í Tórshavnar, Klaksvíkar, Nes, Runavíkar og Eysturkommunu.

 

– Sum nakað nýtt er Skopunar kommuna á sætta pláss. Har vaks fólkatalið við 22 persónum ella 4,7 prosentum seinasta árið, skrivar Hagstova Føroya.

 

Fólkatalið minkaði mest í Eiðis, Vágs og Vestmanna kommunu.