Helma á Sýnini nýggjur leiðari fyri eldratilhald

Hon hevur drúgvar royndir, bæði innan privata og almenna arbeiðsmarknaðin

Runavíkar kommuna hevur sett Helmu á Sýnini í starv sum leiðara fyri Eldratilhaldið í Runavíkar kommunu.

 

- Helma á Sýnini er 57 ára gomul og hevur síðan 2018 havt egna fyritøku sum fótterapeut í Saltangará. 

 

Í Runavíkar kommunu siga tey, at Helma harumframt hevur drúgvar royndir, bæði innan privata og almenna arbeiðsmarknaðin.

 

Helma á Sýnini tekur við starvinum sum leiðari fyri Eldratilhaldið í Runavíkar kommunu hin 1. august í ár.