267 krónur. Tað var lønin fyri eina stóra viku á flakavirkinum í Skopun, tá ið virkið læt upp fyri júst 40 árum síðan. Bergtóra Jensen eigur fyrsta lønarseðilin - Vit hava savnað myndir, sum lýsa ein part av søgu felagsins. Onkrar myndir eru frá teirri fyrstu tíðini ? og fyrstu kassunum av fiski, sum virkið keypti. Aðrar myndir lýsa broytingina, sum hevur verið á virkinum upp ígjøgnum árini. Allar myndirnar eru ikki líka góðar, men tær siga so sína søgu.
Tað sigur Fríðhild Winther, sum sigur seg vóna, at nógv av teimum, sum upp ígjøgnum árini hava arbeitt á fiskavirkinum, koma innaftur á gólvið at vitja í morgin, nú stovningardagurin verður hildin.
Hon vísir á, at fiskavirkið í Skopun hevur havt velduga stóran týdning fyri bygdina.
- Høvdu vit ikki havt fiskavirkið øll hesi árini, trúgvi eg, at Skopunarbygd, sum er ein lutfalsliga ung niðursetubygd, hevði verið nógv minni í dag, enn hon er.
Ein teirra, sum var til arbeiðis á fiskavirkinum í Skopun fyrsta arbeiðsdag í 1968 ? og sum framvegis arbeiðir á virkinum, er Bergtóra Jensen, sum í dag er 65 ára gomul.
- Bergtóra hevur ikki arbeitt á virkinum øll hesi mongu ár, tí hon hevur eisini tikist við annað arbeiði. Men tað sermerkta er, at hon var við í byrjanini, og hon er við enn í dag.
Fríðhild veit at siga, at Bergtóra enn eigur fyrsta lønarseðilin, sum hon fekk í fiskaarbeiði á táverandi nýggja virkinum.
- Fyri hendan leygardagin, tá ið virkið læt upp, dagarnar í vikuni eftir fram til og við leygardagin eftir, tjenti Bergtóra tilsamans 267 krónur. Hesar dagarnar arbeiddi hon einar 6-7 tímar um dagin. Tá var einki, sum kallaðist yvirtíð, leggur hon aftrat.










