Skommin hjá Tórshavnar Kommunu

Nú hava tey eldru og óhjálpnu bíðað nóg leingi. Tað kann ikki vera meiningin, at vit ikki hava eldrabýli nokk. Tey sum hava tænt sína vernaplikt fyri samfelagið og kommununa

Tey sum hava strevast og stríðst, skapt henda vælstand, sum vit hava í dag. Tað standa í løtuni 375 á bíðilista og tað talið økist bara. Sitandi meiriluti ætlar at bíða til 2011 til at gera nakað, tá vera nokk fleir av teimum farin her frá. Her skal ikki bíðast. Her skal handlast.

Fyri tveimum valskeiðum síðani var tað heilt stóra evni, at vit skuldu hava ansingar pláss til børnini. Tað kláraði undanfarna býráðssamgonga ímillum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Vit opnaðu 15 stovnar til børn, tað er næstan ein um ársfjóringin, øll 4 árini. Eitt satt bragd.

Suðurstreymur er tað økiði í landinum har tað er størst tørvur á ellis, røktar og umlætingarplássum. Okkara kommuna sum hevur tær størstu skattainntøkurnar í landinum, hevur tann størsta tørvin á plássum, tað er stór og fúl skomm. Eldraøkið er ein landsuppgáva, men vit kunnu ikki bíða, tað kann ikki vera meiningin at tey eldru skullu verða offrini.

Vit skullu hava pláss fyri børnunum. Vit skullu hava pláss fyri teimum eldru. Læt okkum koma skommini til lívs. Vel Fólkaflokkin sum syrgdi fyri at børnini hava ansing. Gev mær tína stemmu so skal eg syrgja fyri at tey eldru eisini blíva ansaði.

X við pláss fyri teimum eldru.

X við Lista A.

X við Karlot Hergeirsson.