Høvuðsorsøkin liggur í ?ð?inum. Tað eru ov nógv ?ð? í tí føroyska málinum. ?Hvar skal mann seta hetta vælsignaða ?ð?ið?? ? hetta er ein trupulleiki, sum nógv stríðast við.
Eitt gott hugskot hevði verið at endurskoða rættskrivingina, og hugsa um, um mann ikki átti at strika ð?ið í ávísum støðum. Tað kundi t.d. verið í boðshátti (2.pers. fleirtal), 2. lýsingarhátti og í bundnum hvørkikynsorðum, tí har verður tað als ikki framborið. ?ð? verður framborið sum /g/, /j/ ella /v/ í ávísum øðrum støðum.
Tað eru nógvir føroyingar, sum umseta til danskt fyrst fyri at vita, um orðið á donskum endar við ?t?, tí so skal tað hava ?ð? á føroyskum. Tað líkist ongum, at mann skal noyðast um eitt annað mál fyri at koma fram til sítt egna.
Eitt er, at mann skal varðveita tað upprunaliga norrøna, men heilt erligt varðveitanin av tí upprunaliga átti ikki at komið fram um førleikan hjá tí vanliga føroyinginum at stava. Vit hava ár 2001 nú, og føroyskt er altso ikki so líkt norrønum longur.
Tað eru sjálvsagt føroyingar, ið duga at stava, og serliga teir, sum eru málsinnaðir; men tað eru so nógva ferðir fleiri føroyingar, ið ikki duga at stava, og mann kann ikki hava eina rættskriving, sum bara nakrir fáir málfrøðingar skilja.
Ein áheitan til teirra, sum hava myndugleika til tess: endurskoði(ð) rættskrivingina!










