Skola ikki niður í kummuni

- Tað, tú hevur latið av tær, er jú niðri í wc-kummuni, og tí er eingin smittuvandi, sigur fakleiðari.

Tað hendir av og á hjá triðja hvørjum dana, at viðkomandi ikki skolar niður eftir at hava verið á wc'inum og pissað. Hetta vísir ein nýggj donsk kanning.

 

Eingin orsøk er tó at stúra fyri reinhaldinum, heldur fakleiðarin, Briam Kristensen, sum starvast á Deildini fyri Mikrobiologi og Infektiónseftirlit á Statens Serum Institut.

 

- Tað, tú hevur latið av tær, er jú niðri í wc-kummuni, og tí er eingin smittuvandi. Men, treytin er sjálvandi, at eingin stingur hondina niður í wc-kummuna.

 

Briam Kristensen leggur aftrat, at tað er meira estetiska avleiðingin - lukturin - ið skal brúkast sum argument fyri at skola niður.


Nógvir danir eru farnir at spara vatn. Í 2014 brúkti hvør dani í miðal 106 litrar av vatni um dagin, og í 1989 var litratalið fyri hvønn dana nevniliga 174 um samdøgnið.