Kvikastu politibilarnir á donsku vegunum eru Skoda. Talan er um Skoda Superb 3.6 FSI 4x4 við DSG-girskifti og 260 hk. Bilurin koyrir frá 0-100 km/t upp á 6,5 sekund og toppferðin er 250 km/t.
Superb 3.6 hevur snúningsmoment upp á 350 Nm við 2.500 snún/min.
So um ein koyrir í Danmark, og ein Skoda politibilur sæst í bakkspeglinum, eru ikki nógvir møguleikar fyri at koyra undan politinum.