- Eg eri troytt. Umframt at troyttleiki, fatique, er eitt av herviligu súmptomunum sum sklerosa hevur við sær, so eri eg eisini troytt í aðrar mátar. Eg eri troytt av, at skula forklára hví tað er neyðugt at sjúk fólk fáa atgongd til cannabis. Eg eri troytt av, at skula forklára at plantan er væl kannað, og at hon er prógvað at hjálpa nógvum fyri nógv. Um ikki øllum, so nógvum. Og tað haldi eg eri nóg mikið til at ein skal sleppa at royna tað.
Soleiðis byrjar Gunnvá Tróndardóttir Joensen eitt lesararbræv, har hon ger sína hugsan til kennar um kjakið, hvørs tað er rætt at geva sjúklingum cannabis-heilivág. Sjálv er Gunnvá Tróndardóttir Joensen sklerosusjúklingur, og hevur fleiri ferðir áður talað fyri, at cannabis kann hjálpa henni og øðrum sjúklingum til eitt betri lív.
Í lesarabrævinum vísir hon millum annað á nøkur av teimum sjónarmiðum, ið verða brúkt móti at loyva cannabis sum heilivág, og staðfestir, at um tey skuldu verði brúkt til allan heilivág, so hevði eingin heilivágur verið loyvdur í dag.
- Nøkur av argumentunum fyri, at onki skal broytast, eru m.a.: Tað kunnu vera hjáárin, tað kann virka bindandi, og at tað er ikki vist at tað hjálpur nóg væl. Er nakar heilivágur, sum er loyvdur í dag, uttan hjáarin? Nei. Tískil heldur tað argumentið ikki. Er nakar heilivágur loyvdur í dag, sum kann virka bindandi? Ja. So tað argumentið heldur heldur ikki. Fáa øll gagn av øllum heilivági, sum er loyvdur í dag? Nei. Tí heldur tað argumentið heldur ikki. Hví skal cannabis so absolut bannast, tí tað kann hava hjáarin fyri summi, summi kunnu kanska gerast bundin av tí, og tað kann ikki hjálpa øllum? Um hasi krøvini skulu uppfyllast fyri allar heilivágir, so var ongin heilivágur tøkur í dag.
Gunnvá Tróndardóttir Joensen vísir eisini á, at tað eru mong fólk í Føroyum í dag, ið hava tørv á hesum heilivági, og vilja gera nógv fyri at fáa hendur á tí.
- Nú skal eg fortelja tykkum øllum nakað. Tað eru fólk í Føroyum í dag, í heimsins besta landi, í hesum unbelieavable landi, ið ikki hava tað gott. Tað eru fólk, ið ferðast av landinum fyri at fáa fatur á cannabisi. Fólk flýggja í dag til Danmarkar fyri at finna sær linna eina løtu. Tað eru fólk, ið risikera at vera tikin og fáa bót og kanska inn at sita, fyri at fáa fatur á hesum. Tað eru fólk í Føroyum í dag, ið ikki fáa livað fyri pínu. Tað eru fólk, ið eru blivin frísk av krabbameini, men stríðast við ógvuslig eftirárin, ið sjúkan og sjálv sjúkuviðgerðin letur tey liva eftir við, og eg kundi blivið við, skrivar Gunnvá Tróndardóttir Joensen.
Gunnvá Tróndardóttir Joensen endar lesarabrævi við at seta spurning við, hvat onnur vinna við at nokta sjúklingum hendan heilivág.
- Eg vil enda við hesum: Vit mugu øll síggja útum okkara egnu behagiligheit, og vita at tað er onnur, ið stríðast við tað, vit sjálvi ikki kenna til. At tað eru onnur, ið kunnu fáa hjálp av nøkrum, hóast ein sjálvur ikki kann. Tískil skulu vit ikki nokta øðrum hetta, hóast vit sjálvi ikki hava vinning ella gagn av tí. ”Ongin kennur mein, í annan mans bein.” Hetta er so púra satt – men hví skal man so spenna bein fyri øðrum? Hví skal man spenna bein fyri, at onnur kunnu fáa hjálp av nøkrum, hóast ein sjálvur ikki kann ella dugir at skilja tað, spyr Gunnvá Tróndardóttir Joensen.
Les alt lesarabrævið við at trýsta á her.