Skjýtur við skørpum eftir Vinnuhúsinum

– Vinnuhúsið átti heldur at hugt eftir kartellíknandi virksemi í føroyskum vinnulívi, sum kundi spart nógvar skattakrónur, sigur Heðin Mortesen, sum í hvøssum aftursvari spyr, hvar entrepenørarnir, sum kommuan hevur hjúklað um, eru

Tað var í einum tíðindabrævi í gjár, at Vinnuhúsið og Føroya Arbeiðsgeverafelag átalaði Tórshavnar kommunu fyri at søpla skattapengar burtur.

 

Kritikkurin frá arbeiðsgevarunum er, at bæði land og kommunurnar spæla vinnufyritøkur, og tað halda tey er ikki at brúka skattapengarnar skilagott.

 

– Tað almenna og kommunurnar spæla, at tær eru fyritøkur við teirri grundgeving, at privati marknaðurin ikki strekkir til.

 

Men nú skjýtur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, aftur – og tað við skørpum. Hann skjýtur Vinnuhúsinum í skógvarnar, at tey als einki gera við at hyggja inn í seg sjálvan.

 

– Kanska Vinnuhúsið skuldi vent kikaranum meira inneftir og hugt eftir, hvat verandi kartellíknandi støða á flest øllum vinnugreinum ger við prísin á teimum vørum og tænastum, vit fáa. Kanska ein meira kompetent kapping kundi gjørt tað møguligt at lækka skattin, sigur Heðin Mortensen.

 

Og so hóttir hann eisini føroysku entrepenørarniar, sum hann sigur, at Tórshavnar Kommuna hevur hjúklað um:

 

– Hvar eru entreprenørarnir, vit hava hjúklað um og vart móti útlendskari kapping í mong ár? Eru teir samdir við Arbeiðsgevarafelagnum og Vinnuhúsinum í hesum úttalilsum? Um so er, so eiga vit at fáa tað at vita sum skjótast, tí so handla vit hareftir.

 

Lesið eisini:

Heðin Mortensen svarar Vinnnuhúsinum: Ósakligir pástandir frá Vinnuhúsinum

www.in.fo/news-detail/news/osakligir-pastandir-fra-vinnuhusinum/

 

Heðin Mortensen alla viðmerkingina hjá Heðin Mortensen

 

Brúka skattapening á óproduktivan hátt

www.in.fo/news-detail/news/bruka-skattapening-a-oproduktivan-hatt/

 

 

Søpla pengarnar hjá fólki burtur

www.in.fo/news-detail/news/soepla-pengarnar-hja-folki-burtur/