Seinastu árini hevur kongshúsið fyrireikað Fríðrik krúnpins og Mary krúnprinsessu upp á at taka yvir ábyrgdina frá drotningahjúnunum.
Tað heldur Jes Fabricius Møller, lektari á Københavns Universitet og serferøðingur í kongaligum viðurskiftum, eftir at Heindrikur prinsur hevur valt at fara upp á pensjón.
– Tað er eyðsýnt, at hetta ábyrgdarskifti longu hevur verið á veg, sigur søgufrøðingurin.
81 ára gamli Hendrikur prinsur – ella prinsgemal, sum drotningin kallar hann – bara í avmarkaðan mun at verða við í almennum tiltøkum, boðaði Margreta drotning í nýggjársrøðuni í gjár.