Skjótt verða bankakvøld aftur á matstovum í Havn

Tað hevur verið fastur táttur í eini 11 ár, at tá havrannsóknarskipið kemur aftur av Føroyabankanum vár-og heysttúrin, verður borðreitt við toski og øðrum fiskasløgum 

Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, er nú á Føroyabanka og ger váryvirlitstrolingar. Hetta eru royndir, sum verða gjørdar tvær ferðir um árið, ávikavist á vári og um heystið.

 

Spennandi verður at frætta, tá skipið kemur aftur einaferð í fyrru hálvu av næstu viku, hvussu støðan er á Bankanum við toski, hýsu og øðrum fiskasløgum.

 

Tey, sum skipa fyri afturvendandi og vælumtóktu Føroyabankakvøldunum á Barbaru og Áarstovu í Havn, gleða seg eisini um møguleikan at bjóða fólki hesa rávøru.

 

Tað hevur verið fastur táttur nú í eini 11 ár, at tá havrannsóknarskipið kemur aftur av Bankanum vár-og heysttúrin, verður borðreitt við toski og øðrum fiskasløgum  á matstovunum. 

 

Dugnaligu flekjararnir, Ingvar Joensen og Ólavur Sjúrðarberg, plaga at taka sær av fiskinum, sum skal skerast til flak og borðreiðast hesi serstøku vikuskiftiskvøld.

 

Veðurvánirnar eru góðar, og nú verður vónað, at nógvur fiskur verður at fáa. Á Barbaru og í Áarstovu vænta tey, at stórur áhugi verður fyri Føroyabankakvøldunum.

 

Tey, sum kundu hugsað sær at verið við hesi kvøldini á matstovunum, skulu helst ikki sita sjóvarfallið av sær, tí her kann skjótt gerast fullteknað.

 

Viðheftu mynd ovast í greinini hevur Birgir Kruse tikið.

 

##med2##