Á hvørjum ári verður Skjalasavnsdagur hildin í øllum Norðurlondum annan leygardag í november. Endamálið við degnum er at kunna um arbeiðið hjá skjalasøvnunum, siga frá leikluti teirra sum mentanarstovnar umframt at vísa, hvørja nyttu einstaklingar og samfelag kunnu fáa burtur úr søvnunum.
– Fyri at taka atlit at koronuásetingunum, verður Skjalasavnsdagurin í ár bert hildin í talgildum líki, verður sagt í tíðindaskrivi frá Tjóðskjalasavninum.
– Hetta er øðrvísi enn vant, tí vit plaga at hava opið hús, har almenningurin sleppur inn at síggja høvuðsgoymsluna, sum annars vanliga er stongd fyri øllum øðrum enn starvsfólkum á Tjóðskjalasavninum. Harumframt plaga vit at skipa fyri einum fyrilestri, ið tekur støði í evninum í teimum skjølunum, sum vit vísa fram á degnum, sigur Tjóðskjalasavnið.
– Tað góða við talgilda leistinum er, at skjalasavnsdagurin ikki verður bundin av tíð ella staði, og øll kunnu vera við, tá tey vilja. Eitt annað gott við talgildingini er eisini, at mann kann lurta aftur og aftur.
Í ár eru 75 ár liðin, síðan seinni heimsbardagi hæsaði av. Føroyar vóru hersettar í fimm ár av Stóra Bretlandi. Kríggið hevði stóra ávirkan á lív føroyinga bæði í gaman og álvara. Tískil er ársins tema bretska hersetingin 1940-1945.
Søgufrøðingurin Jon Hansen fer at hava fyrilestur um, hvussu hersetingin her á landi varð útbygd.
Í sambandi við fyrilesturin hevur Tjóðskjalasavnið lagt myndir av skjølum og fotomyndir frá krígnum afturat videofíluni - her ber til ta lurta og hyggja.