Skjýtur við skørpum eftir Jógvani Skorheim

Rokið í Sjálvstýri er ikki jarðað enn og nú hevur fyrrverandi formaðurin í landsnevndini við eina lemjandi ábreiðslu ímóti floksformanninum

– Velji ikki Jógvan Skorheim

Tað er boðskapurin hjá Rógva Fossádal, fyrrverandi formanni í landsnevndini hjá Sjálvstýri, í eini merkisverdari og lemjandi ábreiðslu á Jógvan Skorheim, formann í Sjálvstýri.

Rógvi Fossádal fór frá sum formaður í landsnevndini hjá Sjálvstýri fyrst í ár, og nú sigur hann í eini fráboðan í morgun, at tað verður neyðugt at broyta nøkur viðurskifti í flokkinum, og í hansara hugaheimi er tað floksformaðurin sjálvur, sum hevur ført flokkin so langt av kós, at hann onga framtíð hevur.

– Fyri tað fyrsta kann tað staðfestast, at í roynd og veru hevur formaðurin yvirtikið flokkin og í dag brúkar hann flokkin, sum eitt amboð at røkja síni egnu áhugamál, og at trumfa síni persónligu sjónarmið ígjøgnum, sigur Rógvi Fossádal.

– Hann góðtekur ikki onnur sjónarmið enn síni egnu, og øll øðrvísi hugsandi verða, við ymsum lokabrøgdum, so sum kvettroyndum í lokalfeløgum, útihýst úr flokkinum, leggur hann afturat.

Fyrrverandi formaðurin sigur, at Jógvan Skorheim brúkar bara Sjálvstýri til at koma sær sjálvum fram, nú tað frammanundan er so trongt á listanum hjá Fólkaflokkinum í Klakksvík.

Hann sigur, at tey hava óteljandi ferðir roynt, at savna flokkin til fundar, har yvirskipaðu málini, og stevnuskráin, skuldi dagførast, men at Jógvan Skorheim hevur saboterað allar hesar royndir.

Hann leggur afturat, at Jógvan Skorheim hevur tvíhildið um at vera bæði borgarstjóri og løgtingsmaður í senn, hóast hann ikki klárar at røkja bæði størvini.

– Av somu grund hevur ongin áhugi nakrantíð verið at koma uppí verandi samgongu, sjálvt um hetta tvær ferðir hevur staðið honum í boði, sigur Rógvi Fossádal.

– Vandi kundi jú vera fyri, at hann fekk boði ein landsstýrisess, og so misti hann hinar báðar meira sessirnar, har lønin er nógv betri.

Jógvan Skorheim hevur boðað frá, at orsøkin til, at samgongusamráðingarnar slitnaðu, var ósemja millum Sjálvstýri og samgonguna um fiskivinnupolitikkin.

– Í hesum sambandi vórðu umboðini í landsnevndini ongantíð kunnað um hvat henda ósemjan í roynd og veru snúði seg um, og enn minni hevur spurningurin um førda fiskivinnupolitikkin nakrantíð verið viðgjørdur í flokkinum.

– Hægsti myndugleiki í flokkinum veit soleiðis enn ikki tann dag í dag, hvørji viðurskifti elvdu til, at formaðurin av sínum eintingum tók eitt so álvarsligt stig, sum at slíta samráðingarnar um eina komandi samgongu, har næstan øll politisku ynskini hjá sjálvstýrinum vóru gingin á møti, sigur fyrrverandi landsnevndarformaðurin.

– Jógvan Skorheim hevur heldur ikki dult fyri, at tað er hann einsamallur, sum ræður í flokkinum. Á landsfundi í Klaksvík segði hann týðuliga og klárt, at so leingi hann var formaður, so var tað hansara, og bert hansara politikkur, sum bleiv førdur.

Og nú eru valevni á listanum hjá Sjálvstýri, uttan at lokalfelagið hevur havt høvi til at komið við uppskotum um valevni, og tað er beinleiðis í stríð við viðurkenda siðvenju og galdandi viðtøkur í flokkinum.

Men hann sigur, at hetta er enn eitt prógv um fullkomna vanvirðing fyri lógum og reglum, har valdsmisnýtslan fullkomuliga hevur tikið yvirhond.

– Av somu grund er tað ein óreingiligur veruleiki, at tað eru nógv sjálvstýrisfólk, sum í dag als ikki kenna seg umboðað av førda politikkinum hjá formanninum, leggur hann afturat.

Les alla greinina hjá Rógva Fossádal HER