Skjóttgangandi gummibjargingarbát til bjargingararbeiði

Mikudagin 16. mai var móttøka á brandstøðini í Vestmanna í sambandi við at Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið hevur fingið ein skjóttgangandi og væl útgjørdan gummibjargingarbát

Til móttøkuna á brandstøðini í Vestmanna vórðu tey boðin, sum á ymiskan hátt hava stuðlað Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði, við at fáa til vega ein skjóttgangandi og væl útgjørdan gummibjargingarbát til uppgávur á sjónum. Tilsamans 18 einstaklingar, stovnar og feløg hava stuðlað verkætlanini við bjargingarbátinum.


Fríðálvur Bláhamar, brunaumsjónarmaður og leiðari av Vestmanna Sløkki- og Bjarginarliði, beyð øllum at vera vælkomin og takkaði stuðlunum fyri áhugaðan.


Aðrir sum hildu røður undir móttøkuni vórðu: Øssur Christiansen, formaður í brunanevndini, Karl Olsen, borgarstjóri í Vestmanna, og Kári Hansen frá P/F Stubbanum sum hevur selt og uppbygt bátin.


Báturin, ein Valiant Vanguar, ið er góðkendur til 15 fólk, men kann taka 20-25 fólk umborð um ikki siglt verður – um t.d. bíðað verður eftir hjálp á einum vanlukkustaði. Motorurin er ein 115 hk Mercury.


Eingin ivi er um, at bygdini tørvar ein slíkan bát, sigur Fríðálvur Bláhamar, sløkkiliðsleiðari í Vestmanna. Tá hugsað verður um fjølbroytta virksemið á sjónum og við sjógvin, har ofta nógv fólk samlast, er eingin ivi um, at bygdini tørvar ein slíkan bát. Nevnast kunnu eitt nú útróðurin, alsamt vaksandi ferðavinnan við bátum her úr bygdini og stevnurnar – Fjarðastevnan og bátastevnan, har rættuliga nógv fólk savnast á og við sjógvin.


Báturin kann sigla við yvir 40 míla ferð. Fftir 10 minuttum kann hann vera á nærmastu útróðrarleiðunum. Eisini kann hann brúkast til at leggja forðingar út í samband við oljudálking á sjónum, sigur Fríðálvur Bláhamar.


Her kann nevnast, at Vestmannahavnar Havn eigur neyðugu forðingarnar. Sløkkiliðið hevur útvegað pumpu, sum skjótt kann siglast á vanlukkustað á sjónum, har hon bæði kann brúkast til at sløkkja og lensa við.


P/f Stubbin í Vestmanna hevur eisini staðið fyri allari uppbyggingini av bátinum.

og nautisku útgerðini, eins og búnum til manningina.


Avdúkað varð á móttøkuni, at báturin hevur fingið navnið “Løjtnanturin” og skrásetingarnummar VN 112. “Løjtnanturin” var navnið á eini gamlari skonnart, sum hoyrdi til Vestmanna.


Báturin hevur longu verið í drift, nevniliga á bátastevnuni 19. mai, tá neyðugt varð at sleipa ein bát, sum hevði fingið motorbrek.