Skjúttarnir byrja leikirnar

Skjúttarnir byrja kl. 8.30, og longu hálvan tíma seinni fara bæði menninir og kvinnurnar at renna hálvt maraton.

 

Kl. 11 fara judoíðkararnir undir sína fyrstu kapping, og tað sama gera borðtennisspælararnir.

 

11.15 fara kvinnurnar í flogbólti at sláa bóltarnar fyri fyrstu ferð.

Hetta eru síðstu kappingarnar, har føroyingarnir luttaka áðrenn siesta.

 

Eftir siesta´ina, tað vil siga klokkan 15, fara føroysku umboðini aftur at spæla borðtennis.

 

Kl. 18.30 er hamarkast á skránni, og klokkan 19 verður farið á súkklurnar.

 

19.30 stendur frælsur ítróttur á skránni, tá kvinnurnar fara at renna 1500 metrar, og eitt korter eftir hetta fara menninir at renna 800 metrar.

 

Seinasta kappingin føroyingar luttaka í í dag er í flogbólti, tá kvinnurnar fara at spæla móti Rhodos.