Skjótt verður koyrandi til Suðuroyar – tað er okkara greiða mál

Jákup Mikkelsen, Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
--------
Hetta er ein stórur dagur. Í dag var fyrsta viðgerð av løg­­tingslóg um stovnan av partafelag, byggja og reka Eysturoyar- og Sand­oyartunnilin í løgtinginum. Tað byrjaði við, at nakrir víð­skygdir vinnulívsmenn boð­aðu frá, at teir ætlaðu at byggja ein undirsjóvartunnil millum Eystur- og Streym­oynna privat. Teir fóru í holt við at finna fígging, men tíverri bar ikki á mál, tí fíggjarkreppan steðgaði verk­ætlanini. Líka síðan Sand­­oyartunnilin bleiv nevndur fyrstu ferð, hava løg­tingsumboðini í Sand­oynni, Gerhard Lognberg, Páll á Reynatúgvu og Brandur Sandoy gjørt tað, teir vóru mentir at fáa undirtøku fyri føstum sambandi til Sandoynna - nú fer teirra stríð at bera frukt, tí tað er eydnast at fáa eitt samt løgting at standa aftanfyri hesar verkætlanir.
Breið semja
Hetta hevur verið eitt lang­drigið stríð, sum hevur kost­að bæði samgongu og lands­stýrismenn, tí polit­iska skipanin kláraði ikki at semj­ast um, hvussu undir­sjóvartunlarnir skuldu fíggj­­­ast. Sein­astu árini hava Skála­fjarðartunnilin og Sand­­oyar­tunnilin verið frammi, men tað var ikki fyrr enn á sumri 2013, tá táver­andi landsstýris­maðurin við inn­lendismálum, Kári P. Høj­­gaard, ætlaði at undir­skriva sáttmála við danska felagið CIP, at gongd kom á undirsjóvartunlarnar. Ætl­anin hjá Kára P. Højgaard var grundað á privata loysn, men handfaringin av málinum var heldur óheppin, so løgmaður sendi landsstýrismannin til hús. Men maður kemur í mans stað. Jørgen Niclasen, formaður í fólkaflokkinum og landsstýrismaður í sam­ferðslu­málum, fekk ábyrgd­ina av undir­sjóvartunlunum. Og tað er ikki at taka ov dýr­an til, tá eg sigi, at Jørgen Nicla­sen eigur heiðurin fyri, at vit standa við endaligum lógaruppskoti. Flokkarnir vóru spjaddir í allar ættir, men við politiskum hegni og handalagi tók tað nakrar mánaðir, áðrenn Jørg­en Nicla­sen savnaði polit­isku skip­anina. Nú hava for­menn­inir í øllum flokkum boðað frá, at teir taka undir við loysnini, og er tað eitt polit­iskt bragd, sum fáir kunnu gera honum eftir.
Suðuroyarleiðin
Men Sandoyartunnilin er fyrsta stigið til Suðuroyar­leið­­ina. Tað er mín áheitan og innasta vón, at politiska skip­anin heldur fram við góða samstarvinum. Tá tað verður koyrandi millum Streym­oynna og Sandoynna, skulu vit finna eina loysn uppá Suðuroyarleiðina, so tað í framtíðini verður koyrandi av Viðareiði til Sumba. Tað er okkara ábyrgd at knýta oyggjarnar betur og tættari saman.