Skjótt verður klárt at seta spakan í

Nýggja Ellis-og røktarheimið í Vági er við at taka endaligt skap og næsta ár verður av álvara farið undir byggingina

Nú verður skjótt farið undir arbeiðið at byggja nógv umrødda ellis-og røktarheimið í Vági.

Samstundis skal ein økisdepil fyri sinnisveik byggjast á sama stykki, sum ellis-og røktarheimið, men bæði heimini eru kortini atskild.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at játta pening til økisdepilin til sinnisveik og tað uppskotið er nú til viðgerðar.

Økisdepilin skal ikki kosta meiri enn 24,8 milliónir krónur.

Í økisdeplinum er pláss fyri átta búfólkum og harafturat er pláss fyri tveimum fólkum til umlætting.

Á økisdeplinum fyri sinnisveik í Vági ber til at samskipa ymisk sosialpsykiatrisk og økispsykiatrisk tilboð, umframt at psykiatrisk bú- og umlættingarpláss vera á staðnum.

- Við hesi ætlan verða øll sosialpsykiatrisk tilboð í Suðuroynni savnað á einum staði, sigur Hans Pauli Strøm.

Økisdepilin verður bygdur í sambandi við ellis- og røktarheimið í Vági, sum kommunurnar í Hovi, Porkeri, Vági og Sumba eru felags um. Tó verður virksemið á deplinum ikki tvinnað saman við virksemið á røktarheiminum. Bygningarnir verða atskildir, men ætlanin er, at teir skulu vera felags um ymsar funksjónir, eitt nú vask, køk o.a.

Í økisdeplinum fær hvørt búfólk eina nýmótans íbúð upp á einar 58 fermetrar við gongd, køki, stovu, kamari og baðiverilsi.

Í sjálvum ellis-og røktarheiminum verður pláss fyri 24 fólkum, men summi av hesum plássum eru markað til minnisveik.

Annars er ætlanin at fara undir vegagerðina í næstum og so skjótt tað er klárt at byggja, verður farið ígongd.

Tað eru arkitektarnir Albert Isfeld og Gudmund S. Hansen, sum hava teknað ellis-og røktarheimið og økisdepilin fyri sinnisveik. Gongst sum ætlað, verður liðugt at byggja á heysti í 2010.

Bæði landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum, Hans Pauli Strøm og borgarstjórin í Vági, eru sera væl nøgd við tekningarnar av ellis-og røktarheiminum og økisdeplinum fyri sinnisveik. Á myndiniu verður víst, hvussu heimið fer at síggja út. Tey 10 plássini til sinnisveik eru íbúðirnar fremst í myndini við flatum taki, men so hava tey virkisrúm og annað í niðastu hædd í ellis-og røktarheiminum, har eisini umsiting og annað er. Ellis- og røktarheimið og heimið fyri minnisveik, eru so í aðru og triðju hædd