Skjótt verður einnýtisplast forboðið

ES hevur atkvøtt fyri at forbjóða tallerkum, bestikki, súgvupípum og vattpinnum úr einnýtisplasti

Í dag hevur ES atkvøtt fyri at forbjóða tallerkum, bestikki, súgvupípum og vattpinnum, sum eru úr einnýtisplasti. 

 

Endamálið við forboðnum er at minka um dálkingina av plasti í heimshøvunum. Avtalan um forboðið kom longu í lag millum limalondini, ES-kommissiónina og parlamentið í fjør. Nú tá uppskotið er góðkent endaligt, kann forboðið setast í verk, sum væntandi verður í 2021.

 

Við nýggju lógini hevur mann eisini sett sær eitt mál, sum sigur, at 90 prosent av øllum plastfløskum skulu savnast inn til endurnýtslu áðrenn 2029.