Summarið stendur fyri durum og við tí koma Oyggjaleikirnir.
Í seinastu døgum í juni mánaði og teimum fyrstu í juli fer ein stóru hópur av føroyskum ítróttarfólkum til Gotlands, sum í ár er vertur fyri teimum 8. oyggjaleikunum í røðini.
Føroysku ítróttarfólkini hava nú í longri tíð verið í gongd við fyrireikingarnar til hesa stóru stevnu, og tað krevst eisini, tí oyggjafelagarnir úr hinum »londunum« leggja doyðin á, fyri at fáa eitt gott úrslit. Júst sum føroyingar gera tað.
Flogbóltslandsliðini hava staðið seg sera væl í kappingini við hini oyggjasamfeløgini, og leikarar, venjarar og flogbóltssambandið ætla ikki at árið í ár skal verða nakað øðrvísi í so máta.
Bæði landsliðini hava verið í gongd við seriøsar fyrireikingar ílongri tíð, og síðani landskappingarnar endaðu í marts mánaði, hava verið ein rúgva av felagsvenjingum.
Um vikuskiftið hevði manslandsliðið so eisini høvið at vísa hvat teir høvdu fingið burtur úr venjingunum, tí teir høvdu vitjan av danska liðnum Skt. Jørgens, sum dagliga leikar í næstbestu donsku flogbóltsdeildini.
Skt. Jørgens endaði sum nummar sjey seinasta kappingarár, men kundi eins væl endað sum nummar fýra ella fimm.
Danska felagið er ikki heilt ókent í Føroyum, tí fyri nøkrum árum síðani, tá besta lið felagsins leikti í ovastu donsku deildini, leikti Klæmint Isaksen við felagnum.
Nágreiniligar
fyrireikingar
Til seinastu oyggjaleikir eydnaðist tað ikki monnunum at vinna heiðursmerkir, og venjararnir báðir, Klæmint Isaksen og danin Jesper Brix, eru ikki í iva um teirra mál hesaferð.
Føroyska manslandsliðið skal aftur millum tey trý bestu flogbóltsliðini til Oyggjaleikirnar á Gotlandi, og við tí tilfari sum er tøkt, so hevur møguleikin ongantíð verið betri enn hann er nú.
Liðið er stak gott - sett saman við royndum eldri og yngri virkisfýsnum leikarum.
Teir flestu teirra leiktu her heima í fjør, men nakrir eru tó, sum spæla við í donsku landskappingini av tí at teir eru í Danmark í lestrarørindum.
Venjararnir hava sínar hugsanir um hvussu føroyska liðið skal leika um teir skulu koma heilt fram millum tey bestu liðini til Oyggjaleikirnar, og tað var hetta sum teir vildu síggja, nú danska liðið var á vitjan.
Klæmint og Jesper høvdu gjørt av, at sigrarnir komu í aðru røð, tí tað fyri teir hevði størri týdning at síggja hvussu liðið var fyri, og hvørjum skal arbeiðast víðari við seinastu tíðina undan leikunum.
Og við tí í huga, so fekk manslandsliðið sera nógv burtur úr vitjanini.
Allir leikararnir fingu høvið at royna seg, og hóast tað sæst aftur á spælinum hjá liðnum, at skift verður nógv milum leikararnar, so eydnaðist tað kortini at vinna fyrsta dystin móti gestunum, sum umframt at vera javnir í styrki við landsliðið, hava tann fyrimun, at teir hava leikt saman í longri tíð. Hetta seinna hevur sjálvsagt sera stóran týdning fyri spælið.
Vunnu tann fyrsta
Sum sagt, so eydnaðist tað føroyska landsliðnum at vinna fyrsta dystin, sum var leiktur í Gundadalshøllini fríggjakvøldið.
Føroysku leikararnir eru, í mun til aðrar - útlendskar - leikarar ikki stórir menn, og tí er neyðugt at kunna vinna tað, sum er mist í longdini, innaftur á annan hátt.
Hetta eydnaðist við at seta leikferðina upp, soleiðis at verjuspælið hjá mótstøðuliðnum ikki fær tíð at skipa seg.
Og tað var júst hetta, sum var tann reyði tráðurin í dystunum móti Skt. Jørgens.
Skjótt spæl út á kantarnar, skiftandi við nógv miðálop, sum liðið eisini fær nógv burturúr.
Trupulleikin hjá liðnum er so bara tann, at ta tíð sum eftir er áðrenn farið verður til Gotlands, hava teir ikki møguleika at fáa venjingardyst móti útlendskum liði. Ikki sum er í hvussu er.
Bar hetta til, so er lítið at ivast í, at liðið hevði verið uppaftur betri fyri, tá Oyggjaleikirnir byrja.
Tó er vón fyri einum góðum úrsliti hesaferð.
Bæði venjarar og leikarar eru sera nærlagdir, og tá landsliðið hesaferð man verða eitt tað besta nakr-antíð, eru møguleikarnir eisini til staðar.