Septembermánaði er farin at halla, og fjøllini stunda til. Hetta er ein hugnalig tíð hjá teimum, sum fáast við seyðahald og slakt.
Skjótt verður heimaseyðurin tikin, og tá hann er fingin frá hondini, verða fjøllini gingin og lombini flett.
Hetta er ein tíð við nógvari stákan, bæði í bø og haga, har fjøllini verða gingin, á rættini og síðan heima í kjallara ella bilhúsi, har flettingin vanliga gongur fyri seg.
Tað er ikki bara kjøtið, sum skal fáast til høldar, men alt, sum er innan í seyðinum. Tey, sum eiga nógvan seyð, klára ikki alt arbeiði einsamøll, og her er neyðugt við góðari hjálp.
Tað er serliga í heystfrítíðini, at tey nógvu fjøllini verða gingin, og tað eru fleiri, sum taka sær frí í nakrar dagar fyri at fáa slaktið frá hondini.
Um nakrar dagar fara teir, sum hava veðrar gangandi á heimabeiti, at fletta, og tá er gjarna spenningur í um vekt, og tað er ikki sørt, at her eisini er kapping um góðar veðrar.