Vágamenn løgdu bragdliga fyri í steypakappingini, tá teir vunnu 3-0 á FC Suðuroy, men í gjár máttu teir sjálvir leggja rygg til eitt 3-0 tap, tá B36 vitjaði á Dungasandi í Sørvági. Longu í triðja minutti kom B36 á odda 1-0, og tað helt venjarin hjá 07 Vestur hava stóran týdning fyri gongdina í dystinum:
– Vit settu teir sjálvir í gongd, og tað haldi eg oyðilegði alt fyri okkum, tí skjóta málið hjá teimum broytti eitt sindur upp á dystin. Eg haldi, at vit skaptu nóg mikið til at fáa mál, men saknur var í Tór-Ingar Akselsen, sum var burturstaddur hesa ferð, sigur Hegga Samuelsen, sum tó ikki væntar, at hesin eini dysturin skal oyðileggja kappingarárið hjá 07 Vestur.
– Nei, vit gera nakrar feilir, sum vit mugu royna at arbeiða við, og fáa vit betra tað, skal tað nokk ganga hjá okkum.
Odmar Færø, sum spælir í miðverjuni hjá B36, helt eisini, at tað skjóta málið gjørdi sítt til, at tað bleiv lættari hjá B36 at vinna dystin:
– At vit fáa eitt skjótt mál, ger tað lættari hjá okkum, men annars helt eg ikki, at vit fingu spælið at koyra fyrsta korterið. Men so batnaði tað hjá okkum og vit kundu koyra sigurin heim. Hetta vóru vit rættiliga væl nøgdir við, tí vit søgdu áðrenn, at vit skuldu bara hava trý stig, sigur Odmar, sum ikki helt, at 07 Vestur var so vánaligt, hóast trý mál vóru á muni, tá dysturin var av.
– Eg haldi, 07 Vestur gjørdi tað gott og spældi til tíðir minst líka væl sum vit, so tað skal ikki undra meg, um 07 Vestur megnar at yvirliva í bestu deildini í ár.