Nýggjur sáttmáli millum Felagið Trolskip og manningarfeløgini kann verða undirskrivaður hvørja løtu. Sum skilst, hava reiðarar biðið manningarnar verða klárar at loysa. Um 04-tíðina síðstu nátt varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum Felagið Lemmatrolarar og manningarfeløgini.
Sambært avtaluni lækkar býtisprosentið hjá manningini úr 27 niður í 26. Haraftrat kemur manningin nú at luttaka í oljuútreiðslunum, tá bunkringarliturin fer upp um 3,85 krónur.
Aðrar smærri broytingar eru eisini í nýggja sáttmálanum millum Felagið Lemmatrolarar og manningarfeløgini.
Bæði í gjár og í dag hevur eisini verið roynt at finna semju millum Felagið Trolskip og manningarfeløgini, men tá Portalurin seinnapartin hitti formannin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus, var nýggjur sátmáli ikki undirskrivaður.
Seinnapartin hevur annars ljóðað, at partarnir hava verið rættiliga nær eini semju, og alt bendir á, at nýggjur sáttmáli verður undirskrivaður millum Felagið Trolskip og manningarfeløgini í kvøld.
Tað hevur eisini ljóðað, at reiðarar, sum eiga partrolararnar, hava biðið manningarnar verða klárar at loysa í kvøld.
So, hóast einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, er nógv, sum bendir á, at nýggjur sáttmáli millum Felagið Trolskip og manningarfeløgini kann verða undirskrivaður hvørja løtu.