Kári á Rógvi
Nú hava tey hildið ungdómsdómsting. Skúlanæmingar úr ymsum flokkum hava lagt fram uppskot, viðgjørt tey á almennum fundi í tingsalinum og í nevnd. Uppskotini vóru væl úr hondum greidd; tað er sjáldan at vald tingfólk megna at leggja so fræg uppskot fram. Røðurnar vóru heldur stuttar, og nevndarálitini sera tepur, men tað sigur meira um skúlan og ráðgevingina enn um ungu tingfólkini.
Føroyski fólkaskúlin er ikki kendur fyri at læra næmingar at leggja fram og halda røður, og tann evindalig stílaskrivingin er heldur ikki til nakra nyttu. Tí er at vóna, at tey í framtíðini fara at sleppa at gera meira burturúr røðum og orðaskifti og ikki minst kjaktekstum av ymsum slagi.
Tak til dømis uppskotið um minni skúlagongd, sum varð lagt fram á ungdómstinginum. Mentanarnevndin mælti frá, tí verandi tímatal er nóg gott. Ella uppskotið um at víðka lógina um arbeiðsumvørvi til at fevna um næmingar í skúlunum. Trivnaðarnevndin býtti seg í tríggjar minnilutar, uttan at nakar teirra lýsti fatan sína nærri. Her er nógv eftir at læra um grundgevingar og viðgerð. Men hetta var kanska ikki so løgið, tí tíverri eru álitini hjá løgtingsnevndunum ikki nógv drúgvari, og tað er spell, tí skrivligu álitini hava stóran týdning fyri framtíðar tulking og brúk.
Uppskotið um at loyva næmingum at skipa fyri andakt í skúlunum var í so máta tað best viðgjørda uppskotið og sýndi góð evni at hugsa og viðgera sjálvstøðuga.
Hóast atfinningarnar, so var sera spennandi at síggja, hvussu nógv og týðandi evni, hesi ungfólkini tóku upp. Øll uppskotini, verið seg at skjóta upp at broyta ferðahámark fyri prutl, at avtaka revsirættin ella annað, sýndu hvussu vanlig fólk enntá fólk uttan valrætt kunnu gera seg galdandi í lóggávutilgongdini.
Hoyringar
Fleiri av samtyktunum á ungdómstinginum føra vónandi til lógaruppskot ella umrøðu á løgtingi. Hetta kann gerast byrjanin til skipan, har borgarin fær rødd í lóggávutilgondini.
Stjórnarskipanarnevndin (fyrr grundlógarnevndin) mælti í sínum ávegis áliti til at broyta lóggávu mannagongdina soleiðis, at rúmd verður fyri hoyringum, har fólk við áhuga ella skili fyri ymsum evnum koma framat í viðgerðini, áðrenn uppskotini eru vorðin lóg, heldur enn at bara at kunna skelda eitt sindur, eftir at løgtingið hevur avgreitt málini.
Høvuðsbroytarnar verða, at øll lógaruppskot skulu leggjast fram í byrjan tingsetunar, og at tey fara til nevndarviðgerðar áðrenn umrøðu í tingsalinum, umframt at nevndirnar kunnu skipa fyri almennum hoyringum og raðfesta, nær og hvørji uppskot fara til viðgerðar í tingsalinum.
Eftir hesum skulu uppskot leggjast fram í seinsta lagi tveir mánaðir eftir ólavsøku á mikkjalsmessu, og neyðugt verður at hava serligan meiriluta fyri fáa uppskot fyri tingið eftir tann dag.
Ásetingin í uppskotinum er henda:
§71. Lóggávumannagongd
Uppskot kunnu leggjast fyri tingið frá ólavsøku til mikkjalsmessu. Síðan kunnu uppskot bert leggjast fram, um tríggir tingmenn av fýra viðmæla.
Eftir val falla øll framløgd uppskot burtur.
Eftir framløgu beinir tingformaðurin uppskot í nevnd. Nevndirnar kunnu skipa almennar hoyringar og annars tær kanningar, ið neyðugar eru. Nevndirnar kunnu skjóta upp broytingar innan karmarnar á lógini.
Síðan skulu uppskot fyri tríggjar ferðir á tingi. Eftir aðru viðgerð kunnu bert átøkar broytingar gerast.
Nú er tinglóg samtykt; tá ger tingformaður hana kunnuga í kunngerðarblaði. Lógin fær tá gildi á ólavsøku komandi ella seinni sum samtykt.
Tríggir av fýra tingmonnum kunnu samtykkja, at lóg fær gildi beinanvegin ella við afturvirkni.
Í viðmerkingunum siga tey millum annað (stytt):
Hetta er ein av teimum greinunum sum beinanvegin verður ein munandi ábót av verandi skipan. Eftir verandi skipan eru góðar stundir er at fyrireika lógaruppskot grundlógararbeiðið sjálvt er dømi um tað. Fyrisiting og løntir serfrøðingar smíða og fyrireika í árávís. Beint eftir ársskiftið verður uppskotið við viðmerkingum sent til skrivliga hoyring við 14 daga freist, sum bara nøkur heilt fá feløg og stovnar veruliga megna, so verður tað viðgjørt á landsstýrisfundi, og so samgongufundi. Framløgan á tingi er umleið 1. mars saman við øllum øðrum uppskotum, og so fær tingið umleið hálvan annan mánað at viðgera uppskotini, sum samgongumeirilutin samtykkir, um ikki hann finnur sera góðar grundir fyri at atkvøða ímóti uppskotinum.
Við hesi nýggju mannagongdini noyða vit fyrisitingina at brúka summarið til síðstu fyrireikingarnar, og so verða øll uppskotini løgd fram í senn, og tingið sjálvt kann síðani býta viðgerðina um alt tingárið. Helst tekur tingið tey mest átroðkandi og áhugaverdu fram fyrst. Møguliga verða undirnevndir settar at kanna summi uppskot, møguliga verða almennar hoyringar um summi. Í øllum førum fær tingið eitt sindur av tí veruliga lóggevandi valdinum aftur; almenna og fakliga orðaskiftið fær somuleiðis tíð at taka seg upp og mennast.
Í tveimum førum noyða vit samgonguna at gera semju við andstøðuna. Fyri tað fyrsta, um uppskot koma fram ov seint, so má samgongan grundgeva fyri tí. Fyri tað annað, um uppskot skulu hava gildi áðrenn vanliga tíð (á tingsins nýggjári ólavsøku), tá má samgongan somuleiðis hava sínar góðu grundir.
Kløkt ting
Við at broyta lóggávumannagongdina og við øðrum broytingum, t.d. rættinum hjá triðingi av tingfólki at leggja samtykt lógaruppskot fyri fólkaarkvøðu, fara orðaskifti og viðgerð ætlandi at batna, so gildiskomnu lógirnar verða betur fyrireikaðar og umhugsaðar.
Nógv áhugavert kemur longu undir verandi skipan fram í nevndarviðgerðini, tá ymsir áhugabólkar verða hoyrdir. Trupulleikin í dag er bert, at vit ikki brúka tann eyðsýnda møguleika at kringvarpa og banda hesar hoyringar, so øll kunnu fáa gleði av tí kunnleika og teimum metingum, ið koma fram undir slíkum hoyringum. Sjálvsagt skulu nevndarhoyringar eisini vera fyri læstum durum, men serliga tá tingfólk í nevndunum verða upplýst av frammøttum skilafólki, er tað tvørsøgn at vit ikki upplýsa øll onnur.
Tey ungu vístu, hvussu tey hava skil fyri og áhuga í at umrøða síni viðurskifti sama kunnu øll onnur. Vónandi verður ungdómstingið fast tiltak, og vónandi fáa vit øll høvi til at vera við í lóggávutilgongdini í framtíðini.
Ungdómstingið sæst á HYPERLINK "http://www.logting.fo" www.logting.fo