Wilhelm Petersen, stjóri sigur, at við nýggjastu tilgongdini á Chestnut feltinum hevur Atlants Kolvetni tikið eitt týðandi stig víðari at gerast eitt veruligt oljuframleiðandi felag. ?Vit kenna okkum tryggar við teir samstarvspartarnar vit hava fingið og at her er talan um eitt búskaparliga skilagott projekt. Tann tøkni, sum verður brúkt og menningin sjálv sannførir okkum um, at vit fara at vinna pengar úr at menna smærri olju- og gassfelt.