Um einar tríggjar vikur ella so er væntandi, at teir fyrstu bátarnir fara at royna seg við snellu norðan fyri og vestanfyri. Vanligt er, at snellufiskiskapurin byrjar í seinnu hálvu av februar og varar til nakað út í apríl.
Teir fyrstu, sum royndu seg við snellu norðan fyri í fjør, byrjaðu tíðliga, og fyrstu tíðina varð bæði nógvur og góður fiskur at fáa stutt úr landi. Tá tað leið nakað út, fekst fiskur longur úti á sjónum.
Tað sermerkta í fjør var, at tað ikki bara vóru bátar við snellu, sum fingu fisk norðan fyri í vártíðini. Tað fingu útróðrarbátar við línu eisini, og tað er ikki so vanligt, siga menn, sum vita um útróður at siga.
Eitt annað, sum sermerkti tíðina í fjør vár, var, at fiskiskapurin í vártíðini var minst líka so góður vestan fyri og syðri á havinum sum norðanfyri.
Bátar bæði úr Vágum, Sandoynni og norðara parti av Suðuroynni fingu minst líka so nógv av snellufiski á sínum leiðum sum bátar, ið royndu norðan fyri í vártíðini.
Tá hugt verður eftir teimum størstu snelludøgunum í fjør vár, eru hesir ivaleyst at síggja hjá monnum, sum fóru úr Vágum, Sandoynni og norðara parti av Suðuroynni.
Snellufiskurin, sum fæst ta fyrstu tíðina av vertíðini, verður ofta róptur torrafiskur og síðan, tá tað líður nakað út á várið, verður sagt, at hetta er gýtingarfiskur.
Torrafiskur er toskur ella hýsa - veidd í torra - og sagt verður, at hetta er feitur fiskur, bæði til livur og kropp.
##med2##
Gjarna er várfiskurin stórur, men hinvegin dámar útróðrarmonnum eisini væl, tá fiskurin er blandaður í stødd, og soleiðis var eisini í várróðrinum norðan fyri í fjør, tá menn fingu fisk - heilt úr góðum 5’arum og upp í stórar 1’arar.
Soleiðis, sum menn siga frá, var snellufiskurin, sum varð veiddur vestan fyri, minst líka so stórur sum fiskurin norðanfyri.
Alt eftir, hvussu tað viðrar í vártíðini, plaga menn, sum liggja framvið, at fáa einar 17-20 dagar við snellu.
Hetta er ring tíð á árinum til veður og teir, sum gera burtur úr við snellu, siga, at tú noyðist viðhvørt at leggja eitt sindur fyri, og tú noyðist eisini at liggja klárur, tá løturar eru.
Eitt, sum órógvar útróðrarmenn, nú útróðrarfiskur aftur er at fáa, er vandin fyri, at dagarnir í bólki 5A og 5B kunnu gerast uppi, áðrenn 2020 verður gamalt.
Í undanfarna ári var hetta ein trupulleiki, serliga hjá útróðrarbátum í bólki 5B.
##med3##












