InSight, sum lendi á Mars tann 26 november í ár, hevur nú sett fyrsta tóli til verka á Mars. Tóli er eitt »seismometer«, ið mátar bylgjur og ristingar í umhvørvinum á Mars.
- At fáa hetta tóli at standa á Mars er líka umráðandi, sum tað var at fáa InSight at lenda á Mars, sigur Bruce Banerdt, leiðandi rannsóknarmaður á InSight verkætlanini. Seismometuri stendur fyri at kanna umleið trýggjar fjórðingar av okkara kanningar arbeiði, tað er sostatt eitt av mest umráðandi tólunum í verkætlanini.
Seismometuri sendur dáta til granskarar, um jarðskjálvtar o.a. sigst verður at seismometuri kann samanberðast við at hava eina telefonsamrøðu, og hava telefonina uppi við oyra. Uttan seismometuri ber ikki til at hoyra hvat gongur fyri seg á flatuni á Mars.
- Vit gleða okkum at fáa fyrstu dáturnar frá seismometurinum, greiðir Bruce Banerdt frá. Eg havi eina champagnu fløsku klára til løtuna tað hendur.
Seismometuri byrjar at samla dáta inn, tá tað er lagt orduliga til rættis á Mars yvirflatuni.