Ein maður hevur skotið seks fólk uttan fyri eitt universitet í amerikanska statinum Texas. Tað sigur tað lokala sjónvarpið KCEN. Tað er tó ikki greitt, um øll seks eru deyð, men keldurnar hjá sjónvarpinum hava sagt, at í minsta lagi ein løgreglumaður er deyður av skotum.
Skjótingin var uttan fyri A & M-universitetið í býnum College Station, sum er í landnyrðing úr býnum Houston.
Sambært AP-tíðindastovuni hevur løgreglan tikið byrsumannin, og sum skilst heldur løgreglan, at hann var einsamallur um illgerðina.










