Skjótihóttan ímóti donskum skúla

Tietgenskúlin í Odense er stongdur í morgun, tí at skúlin hevur fingið eina hóttan um, at onkur fer at skjóta inni í skúlanum har seinni í dag.

Løgreglan í Odense sigur, at skjótihóttanin lá í einum brævi, sum eitt starvsfólk lat upp í morgun. Eftir samskifti millum løgregluna og leiðsluna á skúlanum varð avgjørt at senda allar næmingarnar til hús.

Løgreglan hevur nú avbyrgt skúlan.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Tietgenskúlin í Odense fær hóttanir. Í fjør fekk skúlin eitt bræv við einari bumbuhóttan.