Skotvøllurin heima á Sandi hevur nú fingið umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni Í umhvørvisgóðkenningini verða krøv sett til skjótivirksemið. Millum annað er ikki loyvt at nýta blýggjhøgl, men einans stálhøgl, umframt at einans tær til eina og hvørja tíð mest umhvørvisvinarligu dúgvurnar skulu nýtast. Eisini eru treytir settar fyri burturbeining av leivdum frá skjóting.
Alt skal savnast upp eftir skjótingina og latast góðkendum móttakara.
Skjótivøllurin er tann triði í landinum, hava fingið umhvørvisgóðkenning, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu síni.










