Skjótast, best og bíligast í Noregi

Skipasmiðjur ávarar: John Smith, ið var stjóri á P.f. Vestmanna Skipasmiðju í árunum 1968/1973 og m.a. stóð fyri designi og byggingini av »Stapanum« »Thomas Nygaard« og Sundaenni, var eisini við í arbeiðinum, at geva, tí tá nýggja Vaktar- og Bjargingarskipinum »Tjaldrið« sítt núverandi snið. Hann hevur í dag hesar viðmerkingar til tjakið og møguligu avgerðina, um at lata nýtt vaktar- og bjargingarskip byggja í Noregi.

Fyri og ímóti

So sum yvirskriftin ljóðar, nakað soleiðis var tað, at nýggi LSM (Landsstýrismaðurin) í fiskivinnumálum tók til orðanna, í einum tjaki, um ætlaða nýggja Vaktar- og Bjargingarskipið, meðan hinvegin LFL (løgtingslimur) Anita av Fríðriksmørk mælir til at lata skipið byggja í Føroyum meðan hon so rættvísir til týdningin fyri kunnleikastøði á føroyskum skipasmiðjum, umframt positiva árini á umfarið í samfelagnum annars, um eitt tílíkt projekt verður veruleikagjørt her í landinum, heldur enn í útlondum!


Annar ídnaður

Tað kann heldur ikki síggjast burtur frá tí heilt ómetaliga stóra týdningi, eitt tílíkt projekt vil fáa fyri allan relateraða ídnaðin, sum tildømis Eltalvuvirki, Akkumulatorvirkið. Tær há- og lágtrýsthydraulisku fyritøkurnar: - Spøl, kranar, hydr. cylindarar og aðrir hydr. komponentar. Køli- og Isoleringstekniskar fyritøkur. Fyritøkur innan Nautiska útgerð, umframt timbur- og snikkaravirksemi og so framvegis.


Langtíðar árinið

Størsta positiva langtíðarárinið, ið vil fella Føroyum og føroyingum í lut, vil sjálvandi verða lærdómurin.

Talið av skipa- og maskinsmiðjum, sveisarar og verkafólk við serkunnleika vil gerast eitt varandi aktiv, ið tað vil verða stórtørvur á, serliga um vit seriøst hugsa um at gera okkum galdandi innan ein oljuídnað, ið tað neyvan kann verða nakar ivi um fer at koma.


Ein góð íløga

Strikast skal undir, at sjálvt ein prísmunur um 20-30 mill. kr. millum eitt føroyskt og eitt útlendskt tilboð er ein lítil upphædd at lata fyri tann lærdóm og tann kunnleika, ið stendur okkum í boði, lata vit føroyingum upp í hendi, at byggja tað nýggja skipið.


Ein skylda

Eg kenni tað, sum eina skyldu, at greiða frá og minna á nakað av tí, sum fór fram, seinast vit so glaðbeintir lótu norðmonnum upp í hendi at byggja okkum eitt nýtt vaktar- og bjargingarskip.


Somu argumentir nú sum tá

Sum víst á, so hevði eg ein lítlan leiklut tá tað »Tjaldri« var í umbúna og var latið norskari skipasmiðju at byggja.

Fyrst skal verða nevnt, at nágreiniliga somu argumentir, sum í dag verða brúkt til tess, at sannføra tingmenn, landsstýri og almenningin allan um, at tað einasta rætta er, at lata norðmonnum arbeiði, vóru brúkt tá.   »Skjótt, gott, bíligast« - við tí muni at tá var einki tilboð frá heimsins størstu tjóð: Kinesarum! (At hesir soleiðis uttan víðari verða siftir til viks- tað er jú so sjálvsagt! - Teir hava jú ikki uppfunnið krútið! - men erliga tala, er tað seriøst hetta tosi um prísin, tá ein reellur prísmunur av umleið somu stødd, ikki tykist hava nakran týdning tá talan er um munin ímillum Noreg og Kina? Avgerandi sjálvandi er: »Hvar fáa vit sum mest og best fyri minst møguligu upphædd«?


Norsk undirbjóðing

Minnist eg rætt so bjóðaði eitt (illa nokk existerandi) verft sær, at byggja okkum eitt nýtt »Tjaldur« fyri 13.2 mill. kr. Spurningurin tá og nú:  »Var tað undirbjóðing talan var um«?

Landsstýrið tók av hesum tilboði, sjálvt um undirritaði og fleiri við mær, haríblant Langsten, vístu á, at skuldi eitt nýtiligt skip spyrjast burtur úr ætlanini, so var neyðugt brúka um 18 mill. kr.


Hvussu við leveringsgaranti

Hvar er garantiurin fyri, at søgan, so sum hon víðari verður søgd, ikki fer at endurtaka seg?

Tí - hvorom alting er - Skipasmiðjan fór av knóranum og ivaleyst hevur verið neyðgut at brúka 18 mill. kr. fyri at skipið skuldi kunna sigla heim til Føroyar.


Best gjørdist verst

Nýggja skipið var so illa smíðja, at neyðugt var við stórum og kostnaðarmiklum ábøtum, áðrenn skipið kundi fara í holt við tær uppgávur tað var ætlað til.

Handverkið var vánaligt, sveisi- og plátuarbeiði var burturúr vón og viti!

So vánaligt, at eg í grein í samband við komu skipsins, á fyrsta sinni í føroyska havn, skrivaði soleiðis: »Lukkutíð var tað kjaftsvart í mjørka tá hendan illa sveisaða buglan stevndi vánna inn«.


Tyrlupallur?

Nú havi eg ikki sæð nakra arrangementstekning av ætlaða nýggja skipinum, men eg helt, at tyrlupall verður tað so ikki talan um, at vilja »offra«.

Finnist mær løgið, at eitt so annars ambiøst projekt verður so munandi skert tá man í forhond in????? eitt nnntøkur frá einari komandi offshorevinnu. - Tí, neyvan fara vit at megna, at fáa flótandi flytbarar tyrlupallar, uttan í sb. við tílík almenn projektir. Privat verður tað neyvan nakrantíð gjørt.


Funktionalistiskt gott

Verandi »Tjaldur« bleiv við ábøtum og kostnaðarmiklum broytingum til eitt funktionalistiskt sæð, gott skip. Men neyðugt var, at redesigna (umtekna) alt generalarrangementi - ei undur í - at umsitingin og ætlaða manningin ikki var nøgd við tilboðsprojektið - so sum tað var - »profilurin« ella síðumyndin (shiluettin) var so »tamur ella tom«, at skipið meira var at líkna við eitt fitt stuttleikaskip, ætlað til Miðjarahavið - heldur enn eitt agressivt vaktar- og bjargingarskip.


Eitt gott skip

Sum sagt: Ex. »Tjaldur« bleiv við ábótum, broytingum og meirkostnað til eitt funktionalistiskt sæð, gott skip, og tað er Føroya land og fólk, ið uttan nakran iva, eigur øll rættindi í samb. við ex. »Tjaldri«.

Henda ogn átti at komið projektinum øllum tilgóðar. Saman við einum meiriluta í tí (samfelags) tjakbólkinum eg eri partur av, fari eg at skjóta upp soljóðandi: Latið nýggja skipið »byggja« á royndirnar og »formin« av Tjaldrinum.

Uppdimensionerað ex. »Tjaldri« til tey høvuðsmát (LOAxBxD) sum V&B hevur ætlanir um at geva nýggja skipinum.

Peningur verður spardur so tað munar og »klassateknings???« skuldi tað við einum góðum vilja verið gjørligt at fingið til vega sum »Upprættingsarbeiði sum bygt« ímeðan byggingin fer fram.

Royndirnar - góðar sum ringar koma okkum øllum til góðar. Og søgan í hesum førinum lærir okkum at vita eiga ikki at lata norðmonnum eitt slíkt projekt uppí hendi. Vit duga nógv betri sjálvir.

Gera vit sum her skotið up vita vit í forhond hvat tað er fyri eitt skip vit fáa.

Tað verður skjótt, gott og bíligast bygt í Føroyum.


J. Smith