94 kilometrar um dagin!
So nógvar kilometrar pendla føroyingar í miðal hvønn einasta dag. Og tá er skúlaungdómurin ikki tikin við.
Fyri øll hesi hevur tað stóran týdning at koma skjótt og væl fram millum heim og arbeiðsstað.
Hetta verður kortini ikki gjørt av ongum. Neyðugt er at leggja ætlanir fyri framtíðina, hvussu ein kann tryggja at fólk framvegis hava henda møguleikan.
- Vit miða eftir at tað skal verða lætt, trygt og ódýrt hjá øllum føroyingum at ferðast. Her hugsa vit um tey sum skulu til arbeiðis, men eisini um tey eldru og rørslutarnaði, sigur Heini Eysturoy, deildarleiðari á Vegadeildini.
Gongdin er hon, at fólk ferðast yvir longri teinar til arbeiðis, tí at bilarnir eru vorðnir betri og tí at vegakervið er so nógv og væl útbygt. Somuleiðis er útboðið av góðum grundøkjum á bygd eisini vorðið størri.
Ein kanning í summar vísti, at 2700 persónar pendla hvønn einasta dag. Hesir koyra omanfyri 250.000 km. um dagin eftir føroysku vegunum ella fara við ferjum.
Norsk hagtøl vísa, at pendlingin mennist sera skjótt. Frá 1995 til 2001 øktist pendlingin har við 40%. Og hjá okkum er heldur einki sum bendir á, at hetta talið fer at minka í framtíðini.
Á Landsverki hava tey tí sett sær fyri, at menna samferðsluøkið kring alt landið, soleiðis at møguleikin at koma fram og flyta seg er tíðarhóskandi, uttan at tað skal ganga út yvir trygdina ella umhvørvið.
Stór og smærri átøk
Undir framløguni av strategiætlanini fyrrapartin í gjár varð stórur dentur lagdur á fleiri viðurskifti: Tað skal verða trygt og gott at ferðast. Tað skal vera skjótt at ferðast. Og tað skal vera vakurt og snøgt at ferðast.
Verkfrøðingurin, Armgarð Steinhólm vísti í sínum innleggi á týdningin av ferðslutrygdini. Hon nevndi her tað nógv umrøddu null-hugsjónina.
- Vit hava hagtøl yvir ferðsluóhappini á føroysku vegunum. Ein týdningarmikil partur av okkara arbeiði verður tí at gjøgnumganga alt vegakervið, og fáa yvirlit yvir, hvar tey henda, - og ikki minst, hví tey henda!
- Á henda hátt kunnu vit gera okkara til, at ferðslan verður tryggari á føroysku vegunum, sigur hon.
Veruleikin er, at eini 80 % av øllum ferðsluóhappum henda vegna menniskjanslig mistøk. Málið fyri null-hugsjónina er, at talið av skaddum og deyðum skal minkast við 30 % yvir 10 ár.
Nógv smærri og størri átøk kunnu bøta um hetta, m.a. við upplýsing um trygdarbelti og um telefontos í bili, og uppseting av talgildum ferðvísarum á strategiskum støðum, hegni framvið høvuðsvegunum og við útbygging av ljósbúnaðinum í tunlunum og við ávís vegamót.
- Tað er ikki vist, at tað skal kosta so nógvan pening at bøta um trygdina. Men tað er í øllum førum eitt arbeiði sum vit leggja stóran dent á, sigur Armgarð Steinhólm.
Ein uppliving
Enn eru ikki sett nøvn, krónur ella árstal á tær ymisku ætlanirnar í framtíðini. Semja er kortini um, at ein eigur at fara til verka við skynsemi.
- Samferðslukervið setir munandi spor í landslagið og ávirkar umhvørvið og hvussu vit uppliva landslagið, verður sagt í strategi-ætlanini.
Hóast stórar og víttfevndar ætlanir, so er hugsanin í framtíðini at gera alt fyri at betra tann listfrøðiliga partin í samferðsluni.
Har tað ber til, er ætlanin at gera tað til eina uppliving fyri eyga at koyra eftir føroysku vegunum, uttan at tað kortini verður til ampa fyri ferðsluna ella seinkar henni.
Tá ein tosar um ferjurnar sum sigla millum oyggjarnar, so er eitt av málunum at hesar eru vakrar á at líta, og hóska til ta havgangandi farleiðina.
Alt er sjálvandi føgur orð. Men verður undirtøka fyri ein heildarætlan innan samferðsluna, er eitt stórt fet tikið nærri eini betri og tryggari ferðslu her á landi.
Ein ætlan ísenn
Nógvar ætlanir at bøta um samferðsluna eru settar í verk tey seinnu árini og tiknar í nýtslu. Men veruleikin er hann, at tær í roynd og veru als ikki eru lidnar.
Tað er næstan undantakið, at ein verkætlan er fullkomuliga liðug, tá hon verður tikin alment í nýtslu.
- Nú skal vend koma í. Ja, vend er longu komin í, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.
Millum loysnirnar sum vóru fullkomuliga lidnar, tá tær vórðu tiknar í nýtslu vóru báðir undirsjóvartunlarnir og Smyril.
Men í hinum bólkinum vantar framvegis í, at tey skulu verða liðug: Gásadalstunnilin og vegagerðin á Kalsoynni eru tvey dømi um tað.
Í framtíðini er ætlanini at arbeiða soleiðis, at ein ger eitt arbeiði fullkomuliga liðugt, áðrenn farið verður undir tað næsta.
Hetta fer bæði at gera arbeiðið bíligari, eins og ein fær størri nyttu og gagn av tí beinanvegin.