Politiið hevur funnið fram til eigararnar av teimum báðum seyðahundunum, sum fyrrapartin mánadagin vóru úti saman og jastraðu seyð á Sevmýri.
Hundarnir skræddu tveir seyðir sundur. Ein seyður varð illa bitin, og teir jagstraðu hann út á sjógv. Men hann var so illa bitin, at neyðugt var at drepa hann.
Hin seyðin fann løgreglan deyðan við eina á undir Sílánni.
Annar hundaeigarin hevur longu skotið sín hund, men hin eigarin hevur biðið politiið um at gera tað.
Hvørgin hundurin hevur áður jastrað seyð. Hetta vóru ikki ungir hundar.