Skjót ikki journalistin!

Kári á Rógvi løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður javnaðarfloksins, er nú farin í hernað ímóti journalistum í Føroyum, serliga ringu samvitsku síni á Sosialinum.

Fyrrverandi løgmaður byrjaði árið við at leypa á fjølmiðlarnar, vildi vera við, at tíðindi verða “latin í ein so neiligan og negativan ham sum gjørligt.” Fremsta dømi: at fjølmiðlar siga fíggjarlógina ikki at hanga saman, tí bygnaðarbroytingar ikki eru framdar. Tá ið nýggja játtanarskipanin krevur, at fíggjarlógin verður til í skipaðari tilgongd og at enda verður “grundað á veruleikakendar vónir og hollar ætlanir” – so kundu veruliga neiligir miðlar saktans sakliga funnið onkra verri orðing um hesa fíggjarlóg, sum endaði við, at fleiri enn 200 konti á fíggjarlógini vórðu skornar við ávísum prosentum – uttan nakað ið við meining kann lýsast sum “veruleikakendar vónir og hollar ætlanir.” Samgongan hevur samtykt nakrar fáar fíggjarligar sparingar ið koma sera óvart á borgaran. Men almenni bygnaðurin er óbroyttur, skerdur nøkur prosent, men bygnarðarliga óbroyttur.

At fjølmiðlar ivast í, um lógin um innskjótaratrygd verður dagførd rættstundis, er neyvan so løgið heldur. Landsstýrið megnar sera illa at røkja skyldur sínar í so máta. Hygg at fyrningarlógini, sum Eidesgaard goymir seg aftanfyri í TAKS-málinum – hon er frá 1908 og lítið broytt. Vit hava enn ikki fingið realkreditt, vit mangla enn leigulógina, sakna lutaíbúðir osfr. osfr. Landsstýrismaðurin kann suffa eitt sindur og royna at greiða frá einaferð enn, men at leggjast á fjølmiðlarnar á henda hátt, hoyrir ikki heima í norðurlondum.

Hygg at TAKS-málinum. Har er Eidesgaard farin út við, at “TAKS hevur sum øll onnur rættin at royna eitt ivamál,” og at góður siður er ikki at leggja seg út í rættarmál. Her høvdu veruliga neiligir miðlar givið (seinna) gula kortið. TAKS er myndugleiki og hevur ikki rættindi. Borgarar hava rættindi, sum fíggjarmálaráðharrin ikki vil viðurkenna. Tá ið kærunevndin hevur talað, eigur TAKS at útføra tey boðini. Treytaleyst. Eisini sjálvt um ivamálið um heimildina verður roynt í hægri rætti. Tá ið landsstýrismaðurin góðkennir, at kærumál steðga fyrningini av TAKS-krøvum, so má landsstýrismaðurin eisini staðfesta, at kærumál steðga fyriningini av borgarans kravið um afturgjald frá TAKS. Fíggjarmálaráðharrin má gevast at góðkenna drál og nøl sum almennan politikk, má gevast við at greiða frá, at borgarin onki merkti til óheimilaða skattin. Jú, Eidesgaard – hevði neiliga pressan víst á – hesar upphæddir merkjast, og tú kanst ikki leypa um stranga dupulta kravið um heimild eftir stýrisskipanini og biða stovnar tínar krevja nokk inn, ‘bara fólk ikki merkja tað!’

Hann fløvar seg við minnini
Bæði løgtingsgranskoðanin og landsstýrismálanevndin hava staðfest, at Eidesgaard hevur mishildið skyldur sínar sum løgmaður og sum fíggjarmálaráðharri, men tær vilja ikki reisa ákæru. Veruliga neiligir fjølmiðlarnir høvdu ikki givist at kanna hetta, bert tí Hans Pauli Strøm var offraður.

Sum floksformaður kvetti Eidesgaard við Sosialin. Blaðið gjørdist hareftir ein tann mest framúrskarandi miðlafyritøkan. Meðan hini bløðini rapaðu, megnaði Sosialurin at økja virksemið, stovna aðrar miðlar og gera alternativt útvarp ið er vorðin berandi veggur í demokratiska orðaskiftinum. Samstundis megnaði leiðslan at halda fast í hugsjónir sínar og skrivar betri leiðarar enn nakrantíð við støði í dagførdari samhaldsfastari stevnu. Men stevnan hjá Sosialinum virkar helst sum ringa samvitskan hjá einum afturlítandi partíbossi ið fløvar seg við minnini... Men klantra tey fyri negativa ringrás? Nei, blaka ikki við gróti, Eidesgaard, tú starvast jú sjálvur í glashúsi!