Lerwick: Hóast spælið í dystinum móti Grønlandi í løtum ikki var av tí allarbesta, sum tað føroyska manslandsliðið hevur sýnt, so tóktist føroyski hevarin, Bárður B. Mikkelsen, sera væl nøgdur um úrslitið.
- Tað, sum hevði størsta týdningin, var sjálvandi, at stigini vórðu fingin til høldar. Og hartil var tað eisini gott, at vit kláraðu tað í trimum settum. Vit høvdu jú ein dyst frá í morgun í beinunum, og sjálvt um hesin ikki var serliga strævin, so ger tað dagin sera langan og tungan.
- Hartil varð hesin dysturin tann seinasti á kvøldinum yvirhøvur, og longu tíðliga í morgin skulu vit aftur spæla. So tað er týdningarmikið, at vit sleppa í song sum skjótast. Vit mugu jú vera so væl fyri, sum tað á nakran hátt ber til, tá vit í morgin skulu spæla móti Álandi.
Men hóast tit eru nøgdir, so sá tað í løtum út til, at frustratiónir vóru at hóma í spælinum. Er tað bara ein náttúrlig avleiðing av, at alt ikki gongur heilt eftir vild, tá møðin eisini fer at gera um seg.
- Tað er tað kanska. Men trupulleikin var eisini, at vit ikki hoyrdu hvønn annan. Vit tosaðu nakað um hetta, og tá vit ístaðin fóru at hyggja meira uppá hvønn annan, gekk tað betri.
Men er ein larmandi høll ikki júst tað, sum helst vil hava í slíkum dystum.
- Sjálvandi. Men tað er so eisini nakað, sum tú skalt venja teg við. Tað verður neyvan friðarligt í morgin, tá vit skulu spæla móti Álandi, so vit kunnu nokk akkurát tað sama læra tað nú, helt Bárður at enda.










