IS-skjøl, myndugleikarnir í vesturheiminum hava fingið fatur á, leiddu donsku løgregluna á slóðina av teimum fýra monnunum, sum fyrrapartin vóru handtiknir í Keypmannahavn.
Talan er um skjøl frá IS, har nøvnini á 22.000 IS-stríðsmonnum eru at finna, umframt aldur, tjóðskap, hjúnarbandsstøðu, adressu og hvør hevur fingið teir, at lima seg inn í IS.
Løgreglan í Keypmannahavn og PET gjørdu eitt stórt átak móti fleiri adressum í Ishøj og Tingbjerg í morgun. Fýra mans vóru handtiknir og í onkrari av íbúðunum fann løgreglan bæði vápn og kúlur.
Ein av íbúðunum, sum løgreglan rannsakaði, er íbúðin hjá einum 27 ára gomlum manni, sum er nevndur í skjølunum, sum fregnartænasturnar í vesturheiminum hava fingið fatur á. 27 ára gamli maðurin hevur verið partur av kriminella bandaumhvørvinum í Danmark.
Teir fýra eru ikki undir illgruna fyri at fyrireika yvirgang í Danmark, men fyri at hava latið seg lima inn í IS, meðan í Sýria.
Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri, sigur seg vera væl nøgdan við, at løgreglan ger tílíkar fyribyrgjandi rannsóknir.
- Vit vilja ikki sita still og hyggja at, meðan fólk lata seg lima inn í IS, sigur hann.