Vandi er fyri, at trot verður á reinum drekkivatni nógvastaðni í heiminum. Tað stendur at lesa í einari nýggjari ST-frágreiðing, sum eisini staðfestir, at skitið vatn krevur fleiri mannalív enn kríggj og harðskapur tilsamans.
ST sigur, at verða munagóð stig ikki tikin, fara vit at fáa fleiri vatnkreppur í hesari øldini.
Sagt verður, at 90 prosent av drekkivatninum í menningarlondunum verður ikki reinsað, og at 2,2 milliónir fólk doyggja av at drekka skitið vatn. Av teimum eru 1,8 millión børn undir fimm ára aldur.










