SKISOFRENISKÚLI
? Vit vilja bróta nøkur tabu og læra fólk, at hetta er ein vanlig sjúka.
Tað er útgangsstøði hjá Johonnu Andreasen og Oddbjørg Johansen, sum mikudagin byrjaðu fyrsta Skisofreniskúlan í Føroyum á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Sagt verður, at eitt prosent av fólkinum hevur skisofreni. Síðstu árini hava trý til fýra fingið staðfest sjúkuna um árið, og tað er meira enn vanligt.
Sjúkan er torfør at liva við, tey sjúku hoyra røddir, fáa psykosur, eru sárbær í nógvar mátar og hava ilt við at virka í samfelagnum. Harafturat kemur, at skisofreni er tabuevni millum fólk, og tí taka nógv frástøðu frá teimum sjúku. Tað hava tær báðar sett fær fyri at gera nakað við.
Opin og erlig
Opinleiki er eitt lyklaorð í arbeiðinum hjá Johonnu og Oddbjørg. Tað er alneyðugt, at sjúklingarnir hava fingið staðfest, at teir eru skisofrenir, og onki verður dult fyri teimum.
? Tað ræður um at vera opin og erlig, so sjúklingarnir kenna seg tryggar og sleppa undan at gita, hvat fer fram. Vit leggja stóran dent á, at fólk ikki sjálv hava skyldina av, at tey eru skisofren, og at hetta er ein sjúka, sum vit kunnu hjálpa uppá, sigur Johanna Andreasen.
Øll, sum hava sjúkuna skisofreni ella hava sjúkueyðkenni, ið líkjast, kunnu koma á skisofreniskúla. Undirvíst verður í gestaboðstovuni, ið er eitt undirvísingarhøli í sama bygningi, sum kantinan á Landssjúkrahúsrinum. Skisofreniskúlin tekur 8 vikur og farið verður í skúla eina ferð um vikuna. Hetta minnir um vanliga undirvísing, og næmingarnir fáa heimaarbeiði fyri. Undirvíst verður fyri sjúklingum og avvarðandi hvør sær.
? Málið hjá okkum er at sjúklingarnir koma at kenna sína sjúku betur. Teir skulu skúlast í at vera sínir egnu terapeutar. Tað skal gera tað lættari hjá teimum at liva við sjúkuni, geva teimum betri lívskvalitet og færri innleggingar. Tað skal eisini vera lættari at vera saman við øðrum, sigur Oddbjørg Johansen.
Fá tilboð eru til sálarsjúk í Føroyum, og tí eru tað ofta tey avvarðandi, sum »hanga upp á« tey sjúku. Sostatt er líka neyðugt, at tey avvarðandi vera undirvíst og læra um sjúkuna.
Kognitiv terapi
Johanna og Oddbjørg eru sjúkrasystrar og útbúnir kognitivir terapeutar á Kognitiv Terapicenter í Århus.
Kognitivar metodur taka støði í hugsanarháttum og teimum fyristillingum og vónum, sum tú møtir umheiminum við. Sagt øðrvísi, so eru tað ikki altíð tær ytru hendingarnar, sum eru trupulleikin, men hvussu tú tulkar tær.
? Um skisofren læra at hugsa øðrvísi, so kunnu tey eisini handla øðrvísi og gerast betri problemloysarar. Tað er endamálið við undirvísingini, greiðir Johanna frá.
Skisofreniskúlin er sprottin úr psykiatriálitinum, sum kom í februar og viðger framtíðar psykiatri í Føroyum. Álitið umrøður týdningin av »psyko-edikatión«, sum leggur dent á læruna um psykuna fyri sjúklingar og teirra avvarðandi. Ein millión krónur varð sett av til heildarpsykiatri.
Hetta passaði sum fótur í hosu til hugsunarháttin hjá Oddbjørg og Johonnu. Tær tóku stig til og fyrireikaðu Skisofreniskúlan, fingu undirtøku og kenna seg væl móttiknar í sjúkrahúsverkinum. Frá ovast til niðast, sum tær taka til.
Tvey ára roynd
Skisofreniskúlin skal fyribils virka í eini royndartíð á tvey ár. Síðan er meiningin, at hetta skal gerast eitt fast tilboð í heilsuverkinum. Ein partur av ætlanini hjá Johonnu og Oddbjørg er tískil, at tær fara at undirvísa starvsfólk í heilsuverkinum, so skúlin ikki hongur á tveimum persónum.
Fyrsta stig í skúlanum eru sjúklingar við skisofreni og teirra avvarðandi. Í næsta stigi kunnu sjúklingar við depressjónum og teirra avvarðandi eisini fáa undirvísing. Triðja stig er at undirvísa fólkum við persónligheitsforstýrilsum, so sum fólk við anorexi ella misnýtslu.
Fyrsti bólkur av sjúklingum við skisofreni kom í skúla seinnapartin í gjár. Tey vóru níggju í tali og skulu næstu átta vikurnar sita á skúlabonki hjá Johonnu og Oddbjørg.
Skisofreni er hart arbeiði.
FAKTA
Skisofreniskúlin er ein skúli, har tú lærir um skisofreni.
8 til 10 fólk við skisofreni eru í hvørjum bólki.
Lært verður um sjúkuna, og hvussu tú kanst liva við henni.
Skisofreniskúlin tekur 8 vikur og farið verður í skúla eina ferð um vikuna
1 prosent av føroyingum hava skisofreni.