Skipsførarar fáa meira undirvísing

Tá ið allar skipførararnir dumpaðu, bagdi uppgávuni í skipstøkni einki, men hon var kanska heldur long, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Vinnuháskúlanum

Okkurt mátti vera galið, tá ið 13 skipsføraranæmingar á Vinnuháskúlanum fyrst dumpaðu fyri jól, sluppu til endurroynd og dumpaðu aftur 11. mars. Eingin stóð royndina í skipstøkni.
Antin var okkurt galið við uppgávuni, við næmingunum ella við undirvísingini, vóru øll samd um.
Týsdagin var ein fundur á skúlanum millum lærararnar í skipstøkni, leiðsluna og umboð fyri uppgávunevndina.
Teir vóru samdir um, at uppgávan kanska var í longra lagi til at loysa innan fyri ásettu tíðina, men uppgávuna áttu skipsførararnir at kunna klárað.

Uppgávan í lagi
Sosialurin hevur fingið ein skipsførara til at hyggja at uppgávuni. Hann hevur roknað uppgávuna ígjøgnum og sigur, at uppgávan var í lagi, og eingin forðing skuldi verið fyri, at næmingarnir kundu loysa uppgávuna, um teir høvdu neyðugu vitanina.
- Har kravdist ikki annað enn tað, sum allir skipsførarar eiga at vita og duga, sigur skipsførarin, sum ikki vil verða nevndur.
Tað sama sigur Hans Johannes á Brúgv.
- Har vóru bara vanligur spurningar í skipstøkni, sigur hann.
Næmingarnir hava ført fram, at tímatalið í skipstøkni er ov lágt.
- Tað er rætt, at tímatalið í skipstøkni varð lækkað fyri nøkrum aárum síðan. Tímatalið skuldi verið nóg høgt, men vit kunnu kanska hækka tað aftur, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Sum er læra skipsførararnir skipstøkni yvir tvey semestur. Ein møguleiki kundi verið at strekt undirvísingina í hesi lærugreinini yvir trý semestur, tí skipstøkni er ein torfør lærugrein, sigur stjórin.

Herd krøv
Tað kann eisini hava gjørt sítt, at fram til 1. januar í ár var ikki møtiskylda á skúlanum, og nú hava næmingarnir eisini skyldu til at lata inn eitt ávist tal av uppgávum.
- Vit vóna, at hetta eisini fer at bøta um úrslitini, sigur Hans Johannes á Brúgv, sum tó minnir á, at útbúgvingin er krevjandi. Skipsførararnir mugu duga alt, tá ið teir eru lidnir, tí tað er eitt ábyrgdarfult starv at føra skip.

Styttri siglingstíð
Fyrr var kravið 24 mánaða siglingstíð fyri at sleppa inn á skúlan, men fyri nøkrum árum síðan varð kravið broytt, tí so fáir næmingar søktu inn á skúlan.
- Hetta var skeivt, tí næmingunum vantar royndir, sigur skipsførarin, sum Sosialurin hevur ráðført seg við.
Nú er kravið 12 mánaða siglingstíð, og tað telur við sum siglingstíð at hava tikið skeiðið á sjóvinnuskúlanum í Klaksvík.
Hava teir bara 12 mánaða siglingstíð, tá ið teir byrja, fáa teir ikki pappírini, fyrr enn teir aftaná skúlan hava fullført siglingstíðina.
Hans Johannes á Brúgv heldur ikki, at lækkaða kravið um siglingstíð kann vera orsøkin til vánaliga úrslitið.
Annars ber ikki til at slaka í nøkrum kravi, tí útbúgvingin má vera líka góð sum á sama slag skúlum í Danmark, og skúlin verður eisini eftirmettur eina ferð um árið av danska stovninum Søfartsstyrelsen.