Í dag, tá Fiskamarknaður Føroya kom við sínum metingum um, hvussu næsta vika fer at roynast, lógu øll línuskipini við bryggju. Marknaðurin væntar, at línuskipini fara út aftur í næstum.
Um útróður, sigur marknaðurin, at streymurin verður góður í næstu viku, og veðrið sær út til at gerast á einari leið. Tí er væntandi, at nakað verður av útróðri í vikuni.
Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu.
- Fimm partrolarapør eru byrjaði nýggjan túr eftir høgtíðina, og væntandi er, at eini tvey pør koma inn aftur at landa í næstu viku.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at bara tveir djúpvatnstrolarar eru byrjaðir nýggjan túr eftir høgtíðina, og onkur er á veg avstað.
- Vit vænta, at onkur djúpvatnstrolari møguliga kemur inn at landa síðst í næstu viku.
Í dag, tá marknaðurin gjørdi sínar metingar, vóru tveir trolbátar til fiskiskap. Annar er á Skeivabanka og fiskar havtasku. Hin er norðan fyri og fiskar tosk og hýsu.
Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip hevur verið úti og sett reiðskapin eftir svartkalva. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva og frysta veiðina umborð.