Eftir at Rókur og Lerkur, sum Faroe Origin í Saltangará átti, eru seldir til Fraklands, hevur felagið í løtuni fýra ísfiskatrolarar eftir.
Skipini eru Heykur og Falkur, sum seinast landaðu hin 23. desember og Stelkur og Bakur, sum landaðu hin 20. desember.
- Síðan hava skipini ligið, men nú verður so loyst aftur. Bæði pørini fara út aftur á fyrsta túr í nýggja árinum í morgin, tá manningarnar hava fingið skipsboð.
Ingi Hansen, útgerðarmaður hjá Faroe Origin, vísir á, at nú upsafiskiskapurin hevur verið so vánaligur leingi, hevur tað ikki gingið ov væl at mannað skipini.
- Okkurt skifti hevur staðið á at fáa fólk, men í seinastuni hevur verið bíðað eftir betri líkindum, og nú loysa skipini so aftur.
Útgerðarmaðurin letur illa at upsafiskiskapinum, soleiðis sum hann hevur verið í longri tíð, og skipini fáa bara eina lítla helvt av tí, sum er ein góður túrur.
- Nú vit eru komin inn í eitt nýtt ár, og góð fiskitíð stundar til, vóna vit, at upsafiskiskapurin fer at batna, men tað hevur sæð vánaligt út leingi.
Ingi Hansen sigur, at enn er einki aktuelt um onnur skip fyri Rók og Lerk og onkur, sum var við hesum bátum, er komin umborð á skipini, ið nú eru eftir.
- Vit mugu bara síggja í eyguni, at tað er truplari at manna skipini, tá fiskiskapurin yvir so langa tíð hevur verið svikaligur, sigur útgerðarmaðurin.