Skipini hjá Watson eru langt burtur

Sea Shepherd skip fara ikki at órógva grindadráp í summar

Líkt er til, at føroyingar verða heldur ikki í summar órógvaðir av skipum hjá felagsskapinum Sea Shepherd, sum annars gjørdi nógv um seg í Føroyum í 2014 og 2015.

Skipini hjá Sea Shepherd eru í løtuni stødd heilt onnur støð í heiminum, har tey eru partur a herferðum ímóti eitt nú veiðu av hávi og nísu. Sea Shepherd hevur heldur ikki boðað frá nøkrum átaki í Føroyum í ár.

Skipið Martin Sheen er við í herferð, tey kalla »Operation Virus Hunter«, sum snýr seg um villan laks í British Columbia har vesturi í Kanada.

Brigitte Bardot liggur við bryggju í Florida, har skipið skal skifta tveir motorar. Farna vikuskiftið høvdið tey opið hús umborð á skipinum.

John Paul Dejoria er í Karibia, har skipið luttekur í »Operation Treasured Island«, sum er herferð ímóti veiðu av hávi.

Farley Mowat og Sharpie eru stødd í Cortezhavinum í Meksiko, har tey stríðast ímóti veiðu av einum slagi av nísu.