Skipið hevur flutt seg

Bjargingarmenninir, sum hava arbeitt umborð á ferðamannaskipinum Costa Concordia, eru nú farnir í land, og bjargingararbeiðið er útsett fyribils. Orsøkin er, at skipið hevur flutt seg eitt sindur.

-Skipið flutti seg, og vit góvu alt fyri eitt bjargingarfólkinum boð um at koma í land, sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar. Hann sigur, at tað ber ikki til at siga, nær arbeiðið kann takast uppaftur.

Bjargingarfólk funnu í morgun eitt lík umborð á skipinum, men enn eru 17 fólk ikki komin afturíaftur. Talan er um 11 ferðafólk og seks av manningini.