Skiparin á Rena ákærdur

Í Ný Sælandi eru skiparin og ein annar yvirmaður á farmaskipinum Rena ákærdir fyri at hava stýrt skipinum á ein tílíkan hátt, at tað hevur komið øðrum í óneyðugan vanda.Teir báðir menninir, sum eru úr Filipsoygjunum, eru 44 og 37 ára gamlir, og teir kunnu fáa upp í eitt árs fongsul, veða teir dømdir sekir.

Myndugleikarnir í Ný Sælandi siga, at oljulekin frá skipinum hevur elvt til ta ringastu umhvørvisvanlukkuna í landsins søgu. Hildið verður, at higartil eru umleið 300 tons av olju runnin úr skipinum. Bjargingarlið hava pumpað 90 tons av olju úr tangunum, men enn eru meiri enn 1.000 tons eftir í teimum.

Tað hevur gingið illa at taka oljuna upp av sjónum og inn á landi, tí tað hevur viðrað so illa.