Skiparin: Kambur sakk tí sjógvur kom inn gjøgnum boyuholið

Skiparin á Kambi ivast ikki í, at orsøkin til at Kambur fekk slagsíðu og sakk var, at so nógvur sjógvur kom inn gjøgnum boyulúkuna

 

Tað segði skiparin á Kambi í sjófrágreiðing, sum í løtuni er í Føroya Rætti. Í morgun hava tyrluskiparin á bjargingartyrluni hjá Atlantsflog og skiparin á Kambi verið avhoyrdir. Í løtuni verður stýrimaðurin avhoyrdur.

Tyrluskiparin greiddi hvussu hann fekk boðini. Hann var á vakt hesa náttina. 

Boðini komu frá MRCC klokkan 07:07 og tyrlan var á flogi klokkan 07:27. Teir høvdu tá fingið at vita, at talan var um 12-15 mans, sum vóru farnir í bátarnar.

Hann greiddi frá bjargingini, og varð spurdur, hvat hann sá um lúkur og hurðar á skipinum, sum vóru opin. Hann hevði ikki sæði lúkuna til boyuholið, tá skipið lá á liðini, tá tyrlan kom á staðið.

Hann segði, at veðrið var heldur ófantaligt, men ikki so ringt, at nakar vandi var á ferð. 

Skiparin á Kambi greiddi frá, at teir høvdu sett línu hesa náttina. Veðrið var ikki verri enn tað, sum teir eru vanir at arbeiða í. Men hann hevði sæð, at eitt óvanligt lágtrýst var á veg við meira vindi. 

 

##med2##

Hann var sjálvur á vakt, og teir skuldu draga. Tað var, tá teir skuldu taka boyuna inn, at vanlukkan hendi. Hann greiddi frá, at í tí hann bakkaði, fyri at taka av ferðini at fáa boyuna til línuna inn, fingu teir eitt brot, sum ikki var so ógvusligt, men sum skolaði inn á dekkið. So merkti hann ein brot afturat, sum líkasum lyfti undir skipið. Nú sá hann, at sjógvur skolaði inn gjøgnum boyuholið. Lúkan kundi latast aftur við hyrdraulikki, og teir tríggir menninir á dekkinum royndu at fáa hana aftur, men tað riggaði ikki. Hann visti ikki, um tað var tí, at trýstið var ov stórt frá sjógnum, ella um ein skekil frá boyuni hevði kílað seg fastan. Skiparin segði, at tað bar eisini til at lata lúkuna aftur frá brúnni, at men talan var um sama hydraulik, so tað var tað sama, sum at menninir á dekkinum royndu tað. 

So nógvur sjógvur kom inn, at skipið fekk slagsíðu. Nú sá skiparin, at tað fór at enda galið. Stýrimaðurin var komin á brúnna, tá skiparin segði við hann, at »her verður galið«. So spyr stýrimaðurin, um hann skal senda út neyðarkall, og tað ger hann alt fyri eitt og rópar yvir anleggið, sum hoyrast allastaðni á skipinum, at allir menn skulu koma upp á brunna, samstundis sum hann aktiverar alarmin. 

Teir eru 13 mans á brúnni. Har hevði stýrimaðurin fingið draktirnar fram. Onkrir lata seg í tær alt fyri eitt og onkrir taka tær við sær. Fimm mans sleppa út á bátadekkið, áðrenn skipið leggur seg so nógv á liðini, eini 80 stig, at hinir átta ongan møguleika hava at sleppa út, tí nú vendir hurðin beint uppeftir.

Skiparin greiddi frá, at hann bað menninar uttanfyri um at tveita teimum ein enda, so teir kunnu hálast upp. Men teir finna ongan enda. So er onkur, sum hugsar skjótt og tekur brandslanguna og fær teimum hana niður. Skiparin segði, at hann stóð væl fyri, og fekk bundið um miðjuna á monnunum, einum í senn, sum hinir so hálaðu upp. Skiparin kom síðstur upp.

Teir vóru allir væl fyri fyri, teir vóru ikki blivnir vátir, og tað stóðu í lívd undan ættini.

Skiparin greiddi eisini frá, hvussu væl tað gekst hjá tyrlubjargarunum at fáa teir upp í tyrluna. Ein bjargari kom niður og var niðri, tí hann fór upp saman við tí 13. og seinasta.

Ikki fyrr enn teir komu upp í tyrluna, sóu teir, at ein maður stóð har frammi á skipinum og helst sær fæst í lúnningin. Skiparin segði, at teir hoyrdu róp, tá teir stóðu á bátadekkinum. Fleiri ferðir lat hann hurðina upp inn á brúnna at rópa, men hoyrdi ongan har. Eingin av teimum 13 hevði sæð tann 14. mannin, sum stóð har frammi, fyrr enn teir komu upp í tyrluna.

Hann segði, at tað var sera svárt at síggja hurðina í tyrluna fara aftur, meðan maðurin stóð eftir. Men sum tyrluskiparin segði, so fingu teir ikki bjargað honum, soleiðis sum hann var staddur har frammi á skipinum, tí masturin var í vegin, og tí teir ikki fingu mannin á loypa í havið, so tyrluskiparin tó segði seg væl skilja. Eftir at hava verið í Froðba við monnunum og bunkrað, fóru teir út aftur eftir manninum. Tað tók ein trý korter, til teir vóru aftur hjá manninum og fingu bjargað honum.

Sjófrágreiðingin heldur fram seinnapartin.

 

 

Pílurin vísir boyuholið í bakborðs síðu,