Francesco Schettino, sum førdi ferðamannaskipið Costa Concordia, tá tað fór á land, sigur nú, at reiðaríið hevði skyldina av tí, sum hendi. Tað skrivar blaðið Corriere della Sera í dag.
Sambært blaðnum hevur skiparin greitt ákæruvaldinum frá, at hann fekk boð frá reiðarínum um at sigla nær landi.
-Vit fingu somu boð vikuna fyri, men tá sýtti fyri at gera tað, tí veðrið var ikki til vildar, skal skiparin hava sagt undir avhoyringum hjá ákæruvaldinum.
Italsku myndugleikarnir siga, at higartil hevur vanlukkan kravt 12 mannalív, men at 20 fólk eru ikki komin afturíaftur. Í nátt máttu bjargingarliðini gevast við arbeiðinum, tí skipið flutti seg, men fyrrapartin fóru menn aftur umborð á skipið at leita eftir teimum 20.